Samband

Kjatta við
okkum

Trýst her og kjatta við okkum. Kjattið er opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Ring til okkum
345600

Allar okkara avgreiðslur hava
opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Skriva til
okkum

Til ber eisini at senda okkum ein teldupost, um tú hevur
fyrispurningar viðv. pensjón og trygging.

Tryggingarfelagið Føroyar P/F Kongabrúgvin, Postsmoga 329, FO-110 Tórshavntf@trygging.fo

OSS - Ofta Settir Spurningar

Vit svara Ofta Settum Spurningum,  um pensjón og tryggingar hjá Betri pensjón niðanfyri .

  • Eg fari úr starvi fyri aldur?

    Vit seta okkum í samband við teg nakrar mánaðir áðrenn tú fyllir 67 ár. Tá verður avtalað, hvussu tú vilt hava pensjónina útgoldna innanfyri teir lógarkarmar, sum eru galdandi fyri tína pensjón/ir.

  • Eg fari úr starvi vegna óarbeiðsføri?

    Fert tú úr starvi vegna óarbeiðsføri, og hevur eina óarbeiðsføristrygging, skalt tú fyrst hava læknaváttan, sum váttar, at tú ert í minsta lagi 2/3-óarbeiðsfør/ur. Meginreglan er, at tú fært fyrsta útgjald tríggjar mánaðir eftir, at tú gjørdist óarbeiðsfør/ur.

    Hevur tú Gjaldsundantøkutrygging, verður framhaldandi goldið inn til tryggingar og eftirløn, hóast tú verður óarbeiðsfør/ur og noyðist úr starvi.

  • Eg verði álvarsliga sjúk/ur?

    Hevur tú Bráðsjúkutrygging, fært tú skjótt og munandi útgjald, um álvarslig sjúka rakar, og tú og næstringar tínir noyðast at sleppa øllum skyldum og savna tykkum um sjúku og viðgerð.

    Set teg í samband við okkum, um Bráðsjúkutryggingin fevnir um tað, ið hevur rakt teg. So avgreiða vit útgjaldið sum skjótast.

  • Eg doyggi, áðrenn eg fari úr starvi?

    Vit fáa fráboðan um øll andlát frá Sorinskrivaranum. Hevur tú tryggingar og/ella pensjónir, verða hesar útgoldnar til tínar arvingar, ella tey tú hevur tilskilað. Skal peningurin í búgvið eftir teg, verður hetta avgreitt í samráð við Sorinskrivaran. 

  • Eg verði gift/ur?

    Verður tú gift/ur, eigur tú at umhugsa at tilskila hjúnafelaga og børn í tíni Lívstrygging. So nýtist tær ikki at ivast í, um nú hjúnafelagi og børn fáa upphædd útgoldna, um tú doyrt, áðrenn tú røkkur eftirlønaraldri. Vilt tú tilskila hjúnafelaga og/ella børn, skalt tú seta teg í samband við okkum ella fylla út tilskilanarblað, og senda okkum tað. Oyðublaðið finnur tú undir Oyðubløð á heimasíðuni.

  • Eg verði skild/ur?

    Verður tú skild/ur, er kanska rættast av tær at umhugsa, um gamli hjúnafelagin framvegis skal vera tilskilaður sum tann, ið skal hava útgjald, um tú doyrt. Hetta kunnu vit broyta, um tú gert okkum varug við tað; eitt nú við at fylla út tilskilanarblað, og senda okkum tað. Oyðublaðið finnur tú undir Oyðubløð á heimasíðuni.

  • Eg skifti arbeiði?

    Skiftir tú arbeiði, verður hildið uppat at gjalda inn til eftirløn og trygging, um eingi stig verða tikin til at halda fram at gjalda inn. Eru nýggja arbeiðsplássið ella fakfelagið eisini knýtt at Betri pensjón, kann verða hildið fram at gjalda inn, um vit fáa boð um hetta. Eru nýggja arbeiðsplássið ella fakfelagið ikki knýtt at Betri pensjón, eigur tú sjálv/ur at endurskipa tíni viðurskifti við okkum, um tú vilt kenna teg heilt trygga/n og varðveita tína eftirlønarskipan hjá okkum.

  • Eg gevist at gjalda?

    Gevst tú at gjalda inn til eftirløn, verður inngoldni peningurin standandi á tíni kontu hjá okkum. Har rentar hann, sum avtalað áðrenn. Men avtalaðar tryggingar fara sjálvandi úr gildi. Áðrenn tryggingarnar verða settar úr gildi, minna vit teg tó væl og virðiliga á, at tú ert givin at gjalda. Hetta gera vit til tess at vissa okkum um, at tú ikki missir avtalaðar tryggingar, uttan at tú veruliga ætlar tað.