Samband

Kjatta við
okkum

Trýst her og kjatta við okkum. Kjattið er opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Ring til okkum
345600

Allar okkara avgreiðslur hava
opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Skriva til
okkum

Til ber eisini at senda okkum ein teldupost, um tú hevur
fyrispurningar viðv. pensjón og trygging.

Tryggingarfelagið Føroyar P/F Kongabrúgvin, Postsmoga 329, FO-110 Tórshavntf@trygging.fo

Pensjón

Tað er nú lógarkravt, at øll spara upp til egna pensjón. Tín pensjón skal tryggja, at tú hevur nóg nógv at liva av, tá ið tú fert úr starvi sum pensjónistur. Saman við tær umsita vit samanspardu upphæddina við bestu úrtøku fyri eyga.

Øll pensjónsgjøld á somu pensjónskonto

Nýggja eftirlønarlógin, sum kom í gildi 1. januar 2014, hevði við sær, at av allari skattskyldugari løn verður inngoldið í minsta lagi 1% til pensjón í 2014. Kravda inngjaldið veksur við 1% fyri hvørt ár, til øll eru komin upp á 15% í pensjónsgjaldi av hvørjari lønarflyting.

Tó er ikki krav, at pensjón verður goldin av løn, sum er lægri enn 3.000 kr. Tað er heldur ikki krav, at persónur, sum er yngri enn 21 ár og 60 ár og eldri, rindar pensjón av hvørjari løn.

Øll inngjøld, uttan mun til stødd, verða goldin inn á eina pensjónskonto. Tað er ikki fyrr enn tú skalt hava peningin útgoldnan, at tú skalt taka støðu til, hvussu peningurin skal útgjaldast.

Alt sum er goldið inn áðrenn 1. januar 2014, fylgir teimum lógum og ásetingum, ið vóru í gildi tá.

Um tú doyrt áðrenn útgjald, verður samansparingin goldin næsta avvarðandi ella tilskilaða. Eisini er møguligt at fáa alla ella part av pensjónini flutta skatta- og avgjaldsfrítt til hjúnafelaga ella sambúgva.

Doyrt tú eftir at útgjald er byrjað, verður parturin tú hevur valt at fáa útgoldið sum lutapensjón, goldin næsta avvarðandi ella tilskilaða.

Skattur og skattafrádráttur

Inngjøld til pensjón verða skattað við inngjald, og er útgjaldið tí skattafrítt. Tú kanst draga alt inngjaldið til pensjón frá skattskyldugu inntøkuni. 

Marknaðarrenta

Rentan av samansparda peninginum er grundað á marknaðarrentu. Rentan verður ásett út frá einum miðal avkasti av tí íløgupulju, tú velur. Tú kanst velja millum 6 íløgupuljur alt eftir, hvussu váðafúsur tú ert. Les meira um hetta her.

Tekna pensjónina hjá okkum

Ynskir tú at tekna hesa pensjón, ella hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit mæla eisini til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.