Samband

Kjatta við
okkum

Trýst her og kjatta við okkum. Kjattið er opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Ring til okkum
345600

Allar okkara avgreiðslur hava
opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Skriva til
okkum

Til ber eisini at senda okkum ein teldupost, um tú hevur
fyrispurningar viðv. pensjón og trygging.

Tryggingarfelagið Føroyar P/F Kongabrúgvin, Postsmoga 329, FO-110 Tórshavntf@trygging.fo

Pensjónsútgjald

Pensjónin kann í fyrsta lagi útgjaldast, tá ið tú nært fólkapensjónsaldur, sum nú er 67 ár. Tá ið tú nærkast pensjónsaldri, seta vit okkum í samband við teg. Tá skalt tú avgera, hvussu tú vilt hava tína pensjónssamansparing útgoldna.

Pensjónin tú hevur spart saman síðani 1. januar 2014 kann útgjaldast soleiðis:

  • Í minsta lagi 45% útgoldið mánaðarliga restina av lívinum (Lívrenta)
  • Í mesta lagi 55% mánaðarliga í minsta lagi 10 ár (Lutapensjón)
  • Í mesta lagi 15% í einum (Kapitalpensjón)

Hevur tú pensjónssamansparingar hjá fleiri veitarum, verður mælt til, at tú savnar hesar hjá einum veitara, áðrenn útgjald kann setast í verk.

Pensjónsútgjald skal byrja samstundis, sum tú fært fólkapensjón.

Undantøk

Tann parturin av pensjónini, sum skal útgjaldast sum Lívrenta, kann ongantíð verða kravdur at vera hægri enn 40% av eini arbeiðaraløn, brutto. Víst verður her til sáttmálan millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Upphædd, ið er omanfyri ta kravdu Lívrentuna, kann flytast til Lutapensjón, um eftirlønaravtalan loyvir hesum.

Pensjónsútgjald í sambandi við deyða

Doyrt tú áðrenn útgjald av pensjónini, kann tilskilaði, hjúnafelagi/sambúgvi (ikki børn) velja at fáa alla ella part av eftirlønarsamansparingini flutta skatta- og avgjaldsfrítt til sína egnu eftirlønarsamansparing.

Doyrt tú eftir at pensjónsútgjaldið er byrjað, verður tann parturin av pensjónini, sum er Lutapensjón, útgoldin til næsta avvarðandi ella tilskilaða/u.

Eldri pensjónsskipanir

  • Pensjónsskipanin frá 2012-2013

    Allur peningur, ið varð spardur saman í pensjónsskipanini í 2012 og 2013, varð skattaður við inngjald. Útgjaldið er tí skattafrítt, uttan mun til um tað bleiv spart upp í Kapitalpensjón, Lutapensjón ella Lívrentu.

    • Kapitalpensjónin verður útgoldin í einum
    • Lutapensjónin verður útgoldin mánaðarliga í minsta lagi 10 ár
    • Lívrentan verður útgoldin mánaðarliga restina av tínum lívi

    Tú kanst velja at fáa broytt tína Kapitalpensjón til eina Lutapensjón ella Lívrentu. Eisini kanst tú broyta tína Lutapensjón til eina Lívrentu. Tú kanst tó ikki bakka eftir hesi skipan og til dømis fara frá Lutapensjón til Kapitalpensjón. 

    Doyrt tú áðrenn útgjald, verður samansparingin goldin eftirkomarunum. Doyrt tú eftir at pensjónsútgjaldið er byrjað, verður tann parturin av pensjónini, sum er Lutapensjón, útgoldin til næsta avvarðandi ella tilskilaða/u.

    Pensjón spard saman í árunum 2012 og 2013, kann flytast yvir í nýggju pensjónsskipanina frá 2014. Hetta merkir, at treytirnar fyri útgjaldi broytast og fylgja reglunum fyri nýggju pensjónsskipanina, nevnd omanfyri.

    Undantøk

    Tað eru tó undantøk ella smámunarmark (bagatelgrensur), sum siga tað, at:

    • um tú hevur eina Lutapensjón, kann mánaðarliga útgjaldið hækkast til 1.500 kr., um samlaða virðið er minni enn 150.000 kr.
    • um tú hevur eina lívrentu, kann mánaðarliga útgjaldið hækkast til 1.500 kr., um samlaða virðið er minni enn 200.000 kr.
  • Pensjónsskipanin fram til 31.12.2011

    Í pensjónsskipanini, ið var galdandi fram til 31.12.2011, vóru aðrar skattareglur enn í dag. Eingin skattur varð tikin av inngjaldinum, og verða útgjøldini tí skattað soleiðis:

    • Kapitalpensjón, útgjald í einum, skattað við 35 % í avgjaldi
    • Lutapensjón, mánaðarligt útgjald í minst 10 ár, skattað sum a-inntøka
    • Lívrenta, mánaðarligt útgjald restina av lívinum, skattað sum a-inntøka

    Tú kanst velja at fáa broytt tína Kapitalpensjón til eina Lutapensjón ella Lívrentu. Eisini kanst tú broyta tína Lutapensjón til eina Lívrentu. Tú kanst tó ikki bakka eftir hesi skipan og til dømis fara frá Lutapensjón til Kapitalpensjón. 

    Doyrt tú áðrenn útgjald, verður samansparingin goldin eftirkomarunum. Doyrt tú eftir at pensjónsútgjaldið er byrjað, verður tann parturin av pensjónini, sum er Lutapensjón, útgoldin til næsta avvarðandi ella tilskilaða/u.

    Undantøk

    Tað eru tó undantøk ella smámunarmark (bagatelgrensur), sum siga tað, at:

    • er mánaðarliga útgjaldið á Lutapensjónini lægri enn 4.000 kr.,  kann avtalast eitt styttri útgjaldingartíðarskeið. Tó kann útgjaldið ikki verða hægri enn kr. 4.000 um mánaðin
    • er Lutapensjón minni enn 50.000 kr., kann hon gjaldast út í einum við 35% í avgjaldi
    • er mánaðarliga útgjaldið á Lívrentuni lægri enn 4.000 kr.,  kann avtala gerast um at broyta lívrentuna til eina uppathaldandi lívstreytaða veiting. Tá henda broytingin er framd, kann útgjaldið broytast til 4.000 kr. um mánaðin
    • er Lutapensjón minni enn 50.000 kr., kann hon gjaldast út í einum, við 35% í avgjaldi