Samband

Kjatta við
okkum

Trýst her og kjatta við okkum. Kjattið er opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Ring til okkum
345600

Allar okkara avgreiðslur hava
opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Skriva til
okkum

Til ber eisini at senda okkum ein teldupost, um tú hevur
fyrispurningar viðv. pensjón og trygging.

Tryggingarfelagið Føroyar P/F Kongabrúgvin, Postsmoga 329, FO-110 Tórshavntf@trygging.fo

Ú-gjald

Um tú savnar pensjón og tryggingar hjá Betri pensjón og Tryggingarfelagnum Føroyum, fært tú eitt ú-gjald í januar. Tú fært 20% útgoldið av øllum tínum privatu tryggingargjøldum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum.

Hvør fær pening á Ú-degnum?

  • Tann sum hevur privata trygging hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, og
  • Rindar í minsta lagi kr. 10.800 árliga (í miðal 900 kr. um mánaðin) inn til Betri pensjón í tíðarskeiðinum 1. januar – 31. desember. 
  • Uppgjørt verður við árslok hvør uppfyllir treytirnar
  • Tað ber ikki til at leggja inngjøldini til Betri pensjón saman fyri hjún ella sambúgvar, men rindar annar teirra kr. 10.800 árliga, fáa tey eina ú-upphædd áljóðandi 20% av samlaða árliga tryggingargjaldinum fyri privatar skaðatryggingar hjá TF, óansæð, hvør av teimum stendur fyri  tryggingunum

Dømi: 20% - hvat merkir tað?

Sethús 4.416,00 kr.
Innbúgv 1.826,00 kr.
Akfar 6.000,00 kr.
Akfar ábyrgd 2.080,00 kr.
Barnavanlukkutrygging 800,00 kr.
Tilsamans 15.122,00 kr.

.
20% afturgoldið av árliga
tryggingargjaldinum til TF                                                                      3.024,40 kr
.


Nær verður goldið út?

Januar á hvørjum ári  (20% av faktiska inngjaldinum fyri privatar skaðatryggingar hjá TF undanfarna ár).

Treytir

Samansparingin til pensjón skal svara til minst 10.800 krónur árliga. Harafturat skal tú hava minst eina privata trygging hjá Tryggingarfelagnum Føroyum. Jú fleiri tryggingar tú hevur hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, jú størri verður Ú-upphæddin.