Samband

Kjatta við
okkum

Trýst her og kjatta við okkum. Kjattið er opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Ring til okkum
345600

Allar okkara avgreiðslur hava
opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Skriva til
okkum

Til ber eisini at senda okkum ein teldupost, um tú hevur
fyrispurningar viðv. pensjón og trygging.

Tryggingarfelagið Føroyar P/F Kongabrúgvin, Postsmoga 329, FO-110 Tórshavntf@trygging.fo

Avsláttarskipan

Betur tú ert tryggjaður, størri avsláttur fært tú

Tú fært avsláttur av inngjaldinum til Tryggingarfelagið Føroyar, um tú hevur tvær ella fleiri privatar tryggingar hjá okkum. Fleiri tryggingar tú hevur, størri avsláttur fært tú.

Bil-, innbúgvs-, sethúsa- og vanlukkutryggingar eru við til at geva tær avsláttur upp til 15%. Avslátturin verður latin av tínum inngjaldi til Tryggingarfelagið Føroyar.

Hevur tú inngjald til Betri pensjón á 10.800 krónur árliga, fært tú 20% í avsláttri av tínum tryggingum, óansæð um tað er 1, 2, 3, 4 ella fleiri tryggingar tú hevur hjá Tryggingarfelagnum Føroyum. Samanlagt kann hetta geva heilt upp til 32% í avsláttri.

Dømi um avsláttur

Niðanfyri eru nøkur tilvildarlig dømi um, hvat ein miðal avsláttur verður árliga.

  • Dømi: 3% í avsláttri

      Ársgjald Avsláttargevandi Avsláttur Avsláttur
    Sethús 3.680 kr. ja 3% 110,40 kr.
    Innbúgv 2.785 kr. ja 3% 83,55 kr.
             
    íalt       193,95 kr.

    GG: Prísirnir eru vegleiðandi og kunnu vera ymiskir frá einum viðskiftafólki til annað.

  • Dømi: 8% í avsláttri

    Ársgjald Avsláttargevandi Avsláttur Avsláttur
    Sethús 3.680 kr. ja 8% 294,40 kr.
    Innbúgv 2.785 kr. ja 8% 222,80 kr.
    Bilur 5.800 kr. ja 8% 464,00 kr.
    Hundur 450 kr. nei 8% 36,00 kr.
             
    íalt       1.017,20 kr.

     

     

     

     

    GG: Prísirnir eru vegleiðandi og kunnu vera ymiskir frá einum viðskiftafólki til annað

  • Dømi: 12% í avsláttri

    Ársgjald Avsláttargevandi Avsláttur Avsláttur
    Sethús 3.680 kr. ja 12% 441,60kr.
    Innbúgv 2.785 kr. ja 12% 334,20 kr.
    Bilur 5.800 kr. ja 12% 696,00 kr.
    Hundur 450 kr. nei 12% 54,00 kr.
    Heiltíðarvanlukkutrygging  1.119 kr. ja 12% 134,28 kr.
    Barnavanlukkutrygging 1.000 kr. nei 12% 120,00 kr.
             
    íalt       1.780,08 kr.

    GG: Prísirnir eru vegleiðandi og kunnu vera ymiskir frá einum viðskiftafólki til annað.

  • Dømi: 15% í avsláttri

    Ársgjald Avsláttargevandi Avsláttur Avsláttur
    Sethús 3.680 kr. ja 15% 552,00 kr.
    Innbúgv 2.785 kr. ja 15% 417,75 kr.
    Bilur 5.800 kr. ja 15% 870,00 kr.
    Hundur 450 kr. nei 15% 67,50 kr.
    Bilur nr. 2 2.625 kr. ja 15% 393,75 kr.
    Sethús nr. 2 3.700 kr. ja 15% 555,00 kr.
             
    íalt       2.856,00 kr.

    GG: Prísirnir eru vegleiðandi og kunnu vera ymiskir frá einum viðskiftafólki til annað.

  • Dømi: 32% í avsláttri

    Ársgjald Avsláttargevandi Avsláttur Avsláttur
    Sethús 3.680 kr. ja 15% 552,00 kr.
    Innbúgv 2.785 kr. ja 15% 417,75 kr.
    Bilur 5.800 kr. ja 15% 870,00 kr.
    Hundur 450 kr. nei 15% 67,50 kr.
    Bilur nr 2 2.625 kr. ja 15% 393,75 kr.
    Sethús nr. 2 3.700 kr. ja 15% 555,00 kr.
             
    íalt 19.040 kr.     2.856,00 kr.
             
    Ú-gjald frá Betri pensjón 20% av (19.040 kr.  - 2.856 kr.)    3.237,00 kr.

    GG: Prísirnir eru vegleiðandi og kunnu vera ymiskir frá einum viðskiftafólki til annað.

  • Skal eg gera nakað fyri at fáa avslátturin?

    Hevur tú tryggingar hjá okkum nýtist tær einki at gera. Avslátturin fært tú næstu fer tryggingin verður endurnýggja, og framgongur hetta á uppkravinum.

    Hevur tú tínar tryggingar aðrastaðni, ert tú sjálvandi vælkomin at seta teg í samband við okkum, og hoyra hvussu eisini tú kanst fáa avsláttur. 

  • Hvørjar tryggingar geva rætt til avláttur í skipanini?

    Fýra sløg av privatum skaðatryggingum telja við, tá ið umræður at fáa 15% avsláttur av inngjaldinum til Tryggingarfelagið Føroyar. Talan er um bil-, innbúgvs-, sethúsa- og vanlukkutryggingar.

  • Hvussu ofta telja tryggingarnar við í skipanini?

    Bil- og sethúsatryggingar kunnu telja við fleiri ferðir, um tú hevur fleiri tílíkar tryggingar, meðan innbúgvs- og vanlukkutrygging bert telur við eina ferð hvør. Avslátturin verður tó latin av samlaða inngjaldinum til allar privatar skaðatryggingar hjá Tryggingarfelagum Føroyum.

  • Hvussu komi eg upp til 32%?

    Ert tú harumframt "Ú-kundi", fært tú 20% avsláttur oman á tey fyrstu 15%, um tú lýkur ásettu krøvini. Ein "Ú-kundi" rindar í minsta lagi 10.800 kr. í árligum inngjaldi til Betri pensjón. Av tí, at talan er um 20% av eini upphædd, har 15% longu eru tikin av frammanundan, verður endaligi avslátturin í mesta lagi 32%.

  • Nær og hvussu fái eg avslátturin?

    Avsláttarskipanin kom í gildi 1. mai 2010. Avslátturin, har tú kanst fáa upp til 15% frá Tryggingarfelagnum Føroyum, verður drigin frá tínum tryggingargjøldum, meðan "Ú-kundar" framvegis fáa ú-gjald hvønn januar mánað

  • Fái eg bert "Ú-kunda" avsláttur á 20% um eg havi 5 ella fleiri tryggingar hjá Tryggingarfelagnum Føroyum?

    Nei. Um tú ert kundi hjá Betri pensjón, og annars lýkur treytirnar fyri at fáa Ú-kunda avsláttur á 20%, so fært tú avsláttur av øllum tínum privatu tryggingum hjá Tryggingarfelagnum Føroyum. Tað merkir, at tú fært Ú-kunda avsláttur á 20%, sjálvt um tú bert hevur 1 trygging hjá Tryggingarfelagnum Føroyum.