Samband

Kjatta við
okkum

Trýst her og kjatta við okkum. Kjattið er opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Ring til okkum
345600

Allar okkara avgreiðslur hava
opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Skriva til
okkum

Til ber eisini at senda okkum ein teldupost, um tú hevur
fyrispurningar viðv. pensjón og trygging.

Tryggingarfelagið Føroyar P/F Kongabrúgvin, Postsmoga 329, FO-110 Tórshavntf@trygging.fo

Barnavanlukkutrygging

So skjótt nalvastrongurin er kliptur, byrjar ein tann størsta uppgávan, vit eru sett til. Barnið hevur brúk fyri allari umsorgan, vit yvirhøvur kunnu geva tí. Tað inniber eisini, at vit eiga at tryggja okkum ímóti tí óvæntaða.

Ein Barnavanlukkutrygging fevnir um skaðar, sum børn fáa av vanlukku. Eitt nú kann nevnast likamsskaðar av ymiskum slag, tannskaði, beinleiðis fylgjur av barnalamni og meningitis, avlamni o.s.fr. Les meira um hvørjar skaðaorsøkir eru umfataðar av tryggingini í okkara treytum.

Tryggingin er galdandi alt samdøgrið og er ætlað børnum í aldrinum 0 til 18 ár, soleiðis, at tú og barn títt kunnu kenna tykkum trygg skuldi tað óhugsandi hent.

Tekna tryggingina hjá okkum

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit mæla eisini til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

  • Les um, hvar Barnavanlukkutryggingin er galdandi

    Vanlukkutryggingin tekur við allastaðni í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Somuleiðis tekur tryggingin við í upp til trý ár í Evropu og í upp til eitt ár aðrastaðni í heiminum.

  • Les um tannskaðar

    Ein tannskaði kann vera sera dýrur. Hetta kemur ofta óvart á foreldur, tá skaðin hendir. Barnavanlukkutryggingin kann veita endurgjald – eisini um tannskaðarnir ikki vísa seg fyrr enn nógv ár seinni (upp til 25 ára aldur). Vit gjalda fyri rímiligar útreiðslur til tannviðgerð, sum er neyðug aftaná eina vanlukku.

  • Les um heilsuváttan

    Um barnið ikki er fullkomiliga frísk/ur, so er neyðugt at útfylla heilsuváttan.

    Áðrenn vanlukkutrygging kann teknast, skal hetta upplýsast okkum. Upplýsingarnar verða handfarnar í trúnaði. Í førum har ivamál eru viðvíkjandi heilsuváttanini, kemur tryggingin ikki í gildi, fyrr enn upplýsingarnar eru kannaðar av lækna og góðkendar av okkum. Tak umsóknina niður sum PDF her.

  • Les um undantøk

    Ein skaði skal henda brádliga. Sostatt liggur sjúka uttan fyri tað, sum tryggingin fevnir um. Vanlukkutilburðir, sum standast av sjúku, fella eisini uttanfyri. Harafturat skal vanlukkan hava likamsskaða við sær. Tað er ikki nóg mikið, at tú kennir teg illa fyri eftir eina vanlukku fyri at fáa endurgjald.

    Við deyða skal vanlukkan vera ein beinleiðis orsøk.

  • Les um flyting og váðabroyting

    Vit skulu hava boð beinanvegin, um tú flytur bústað.

  • Dømi um avlamisstig

    Vanlukka Prosent  
    At missa bæði eyguni ella sjónina á báðum eygum 100%  
    At missa eygað (fáa eygað tikið) 20%  
    At missa sjónina á øðrum eyganum 20%  
    Fullkomiliga mist hoyrnina á báðum oyrum 75%  
    Fullkomiliga mist hoyrnina á øðrum oyranum 10%  
    At missa annað beinið 65%  
    At missa beinið í ella omanfyri knæskelina 50%  
    At missa fótin 30%  
    At missa allar tærnar á øðrum fótinum 10%  
    At missa stórutá við ristleggin   8%  
    At missa stórutá   5%  
         
      Høgra Vinstra
    At missa armin á akslaliðnum                            70% 65%
    At missa hondina 60% 55%
    At missa allar fingrarnar á aðrari hondini 55% 50%
    At missa tummilin við handarbeinið              30% 25%
    At missa tummilin 25% 25%
    At missa ytsta kong á tumli   12% 12%
    At missa fremstafingur 10% 10%
    At missa ytsta kongin og miðkongin á fremstafingri           10% 10%
    At missa ytsta kongin á fremstafingri   5%   5%
    At missa longutong 10% 10%
    At missa ytsta kongin og miðkongin á longutong   8%   8%
    At missa lekifingur og lítlafingur   8%   8%
    At missa ytsta kongin og miðkongin á lekifingri og lítlafingri   5%   5%
         
         
         

    Gev gætur: Á lámi verður vinstra mett sum høgra og høgra sum vinstra.