Samband

Kjatta við
okkum

Trýst her og kjatta við okkum. Kjattið er opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Ring til okkum
345600

Allar okkara avgreiðslur hava
opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Skriva til
okkum

Til ber eisini at senda okkum ein teldupost, um tú hevur
fyrispurningar viðv. pensjón og trygging.

Tryggingarfelagið Føroyar P/F Kongabrúgvin, Postsmoga 329, FO-110 Tórshavntf@trygging.fo

Bráðsjúkutrygging

Tá álvarslig sjúka rakar, er tað týdningarmikið, at ikki eisini verða raktur av fíggjarligum trupulleikum.

Bráðsjúkutrygging tryggjar tær skjótt og munandi útgjald, um tú fært álvarsliga sjúku, og tú og næstringar tínir noyðast at sleppa øllum skyldum og savna tykkum um sjúku og viðgerð.

Vit leggja okkum ikki út í, hvat ið tú brúkar útgjaldið til. Til dømis kanst tú brúka peningin til serlæknaviðgerð, hjálpitól ella bara at gjalda fyri frítíð og ferðing til tess at koma fyri teg aftur.

Hvussu nógv verður goldið út, veldst um upphæddina, ið er avtalað millum teg og okkum, tá ið Bráðsjúkutrygging verður teknað. Tú kanst tekna upp til kr. 200.000.

Les í okkara treytum (sí høgru síðu) hvørjar sjúkur eru við í hesari trygging.

Tekna tryggingina hjá okkum

Ynskir tú at tekna hesa trygging, ella hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit mæla eisini til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Tak oyðublaðið fyri heilsuváttan niður sum PDF her