Samband

Kjatta við
okkum

Trýst her og kjatta við okkum. Kjattið er opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Ring til okkum
345600

Allar okkara avgreiðslur hava
opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Skriva til
okkum

Til ber eisini at senda okkum ein teldupost, um tú hevur
fyrispurningar viðv. pensjón og trygging.

Tryggingarfelagið Føroyar P/F Kongabrúgvin, Postsmoga 329, FO-110 Tórshavntf@trygging.fo

Gjaldsundantøkutrygging

Verður tín arbeiðsførleiki skerdur áðrenn pensjónsaldur, er munagott at hava eina Gjaldsundantøkutrygging, sum tryggjar, at tað framhaldandi verður goldið inn til tína pensjón. Við hesi trygging, gjalda vit títt pensjónsinngjald, um tú verður óarbeiðsfør/ur.

Gjaldsundantøkutrygging sleppur tær undan at gjalda inn til eftirlønina, um tú verður í minsta lagi 2/3-óarbeiðsfør/ur, áðrenn tú verður 60 ár.

Fá pensjón hóast tú verður óarbeiðsfør/ur

Við hesi trygging verður endaliga samansparingarupphæddin so statt ikki nervað, hóast tú ert vorðin óarbeiðsfør/ur og ikki longur orkar at spara saman til ætlaðu eftirlønina. Harumframt varðveitir tú tryggingarnar, sum tú hevði, áðrenn tú gjørdist óarbeiðsfør/ur.

Er tørvur á tí, kanst tú fáa peningin frá Gjaldsundantøkutrygging goldnan út, heldur enn at lata hann fara til eftirlønarsamansparing.

Tekna tryggingina hjá okkum

Ynskir tú at tekna hesa trygging, ella hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit mæla eisini til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

Heilsuváttan

Tak oyðublaðið fyri heilsuváttan niður sum PDF

Víðkað heilsuváttan

Tak oyðublaðið fyri víðkað heilsuváttan niður sum PDF