Samband

Kjatta við
okkum

Trýst her og kjatta við okkum. Kjattið er opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Ring til okkum
345600

Allar okkara avgreiðslur hava
opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Skriva til
okkum

Til ber eisini at senda okkum ein teldupost, um tú hevur
fyrispurningar viðv. pensjón og trygging.

Tryggingarfelagið Føroyar P/F Kongabrúgvin, Postsmoga 329, FO-110 Tórshavntf@trygging.fo

Heiltíðarvanlukkutrygging

Heiltíðarvanlukkutryggingin er galdandi alt samdøgrið og er serliga ætlað sjálvstøðugum vinnurekandi og fólki, sum ikki er lønmóttakari hjá arbeiðsgevara. Sum lønmóttakari ert tú tryggjaður í arbeiðstíðini, men Heiltíðarvanlukkutryggingin tryggjar teg uppaftur betur og gevur tær betri sømdir.

Vanlukkutryggingin fevnir um flestu vanlukkur, skaðar og óhapp, ið tú kanst koma út fyri. Eitt nú kann nevnast likamsskaðar av ymiskum slag, tannskaða, drukning o.s.fr. Les meira um, hvørjar skaðaorsøkir eru umfataðar av tryggingini í okkara treytum.

Tekna tryggingina hjá okkum

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit mæla eisini til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

  • Les um, hvar Heiltíðarvanlukkutryggingin er galdandi

    Vanlukkutryggingin tekur við allastaðni í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Somuleiðis tekur tryggingin við í upp til trý ár í Evropu og í upp til eitt ár aðrastaðni í heiminum. 

  • Les um útgjald til tey nærmastu

    Við deyða verður tryggingarhæddin útgoldin teimum nærmastu avvarðandi, sum eru hjúnafelagi ella børn. Tú kanst eisini ynskja, at ein ávísur persónur fær endurgjaldið.

  • Les um dagpening

    Møguleiki er at velja dagpening. Dagpeningaupphæddin verður rindað frá tí tíðarskeiðnum, sum stendur í tryggingarskjalinum og í mesta lagi í 3 ár, frá tí at vanlukkutilburðurin hendi. Dagpeningur verður tó í fyrsta lagi goldin, tá ið skaddi gjørdist óarbeiðsførur.

    Tá ið talan er um partvíst óarbeiðsføri, verður dagpeningagjaldið minkað samsvarandi minkaða arbeiðsførinum.

    Dagpeningur verður útgoldin, tá ið málið er liðugt viðgjørt, men vanliga ber til at fáa forskot.

  • Les um tannskaðar

    Vit gjalda fyri rímiligar útreiðslur til tannviðgerð, sum er neyðug aftaná eina vanlukku.

  • Les um heilsuváttan

    Áðrenn vanlukkutrygging kann teknast, skalt tú upplýsa okkum um tína heilsustøðu. Upplýsingarnar verða handfarnar í trúnaði. Í førum har ivamál eru viðvíkjandi heilsuváttanini, kemur tryggingin ikki í gildi, fyrr enn upplýsingarnar eru kannaðar av lækna og góðkendar av okkum. Tak umsóknina niður sum PDF her.

  • Les um undantøk

    Ein skaði skal henda brádliga. Sostatt liggur sjúka uttan fyri tað, sum tryggingin fevnir um. Vanlukkutilburðir, sum standast av sjúku, fella eisini uttanfyri. Harafturat skal vanlukkan hava likamsskaða við sær. Tað er ikki nóg mikið, at tú kennir teg illa fyri eftir eina vanlukku fyri at fáa endurgjald.

    Við deyða skal vanlukkan vera ein beinleiðis orsøk.

    Trygging fellur burtur, tá ið tú fyllur 70 ár.

  • Les um serligar váðar

    Nøkur starvsøki hava ein serligan váða. Ert tú umfataður av hesum, skal tað tilskilast í tryggingarskjalinum, tí annars kann endurgjaldið fella partvíst ella heilt burtur.

    Hesi starvs- og yrkisøki hava serligan váða:

    • størv á oljuboripalli
    • flogmanningar
    • førarar av motorsúkklum
    • luttakarar í nevaleiki, karatu, fjallaklintran, kaving o.a.
    • motorkappkoyring av øllum slagi
  • Les um flyting og váðabroyting

    Vit skulu hava boð beinanvegin, um tú flytur bústað.

    Um tú gerst arbeiðsleys/ur, skal hetta fráboðast okkum í seinasta lagi innan 3 mánaðir. Tá tú aftur fer til arbeiðis, skal hetta eisini fráboðast okkum.

    Tryggingin verður so tillagað teimum nýggju váðaumstøðunum.

  • Dømi um avlamisstig

    Vanlukka Prosent  
    At missa bæði eyguni ella sjónina á báðum eygum 100%  
    At missa eygað (fáa eygað tikið) 20%  
    At missa sjónina á øðrum eyganum 20%  
    Fullkomiliga mist hoyrnina á báðum oyrum 75%  
    Fullkomiliga mist hoyrnina á øðrum oyranum 10%  
    At missa annað beinið 65%  
    At missa beinið í ella omanfyri knæskelina 50%  
    At missa fótin 30%  
    At missa allar tærnar á øðrum fótinum 10%  
    At missa stórutá við ristleggin   8%  
    At missa stórutá   5%  
         
      Høgra Vinstra
    At missa armin á akslaliðnum                            70% 65%
    At missa hondina 60% 55%
    At missa allar fingrarnar á aðrari hondini 55% 50%
    At missa tummilin við handarbeinið              30% 25%
    At missa tummilin 25% 25%
    At missa ytsta kong á tumli   12% 12%
    At missa fremstafingur 10% 10%
    At missa ytsta kongin og miðkongin á fremstafingri           10% 10%
    At missa ytsta kongin á fremstafingri   5%   5%
    At missa longutong 10% 10%
    At missa ytsta kongin og miðkongin á longutong   8%   8%
    At missa lekifingur og lítlafingur   8%   8%
    At missa ytsta kongin og miðkongin á lekifingri og lítlafingri   5%   5%
         
         
         

     Gev gætur: Á lámi verður vinstra mett sum høgra og høgra sum vinstra.