Samband

Kjatta við
okkum

Trýst her og kjatta við okkum. Kjattið er opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Ring til okkum
345600

Allar okkara avgreiðslur hava
opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Skriva til
okkum

Til ber eisini at senda okkum ein teldupost, um tú hevur
fyrispurningar viðv. pensjón og trygging.

Tryggingarfelagið Føroyar P/F Kongabrúgvin, Postsmoga 329, FO-110 Tórshavntf@trygging.fo

Viðgerðartrygging

Viðgerðartrygging er trygging, sum tryggjar tær eina skjóta og góða viðgerð, um tú gerst sjúk/ur ella ert fyri vanlukku. Við hesi trygging verður tú effektivt og trygt leidd/ur gjøgnum sjúkuavgerð, skurðviðgerð og eftirviðgerð.

Fyri teg kann tað hava stór fíggjarlig og menniskjulig árin at gerast sjúk/ur ella fáa skaða, og er tí umráðandi at sleppa undan bíðilistum og øðrum, sum kunnu seinka tíni viðgerð. Endamálið við Viðgerðartrygging er at sleppa tær undan hesum avleiðingum.

Slepp undan bíðilistum

Viðgerðartryggingin veitir tær eina viðgerðartrygd innan 10 arbeiðsdagar, soleiðis at tú sleppur undan bíðilistum. Mølholm Forsikring A/S tekur sær av at fáa tær eina tíð á privatsjúkrahúsi ella privatum viðgerðarstovni, sum hevur serkunnleika. Allar vanligar útreiðslur hjá góðkendum viðgerðarstovnum í Føroyum, Danmark, Skandinavia og Týsklandi eru umfataðar í hesi trygging. Tú kanst velja at víðka tryggingina til eisini at umfata flogferðaseðil millum Føroyar og Danmark aftur og fram. Hetta hevur ein eyka kostnað við sær.

Tú ert væl tryggjað/ur

Viðgerðartrygging er galdandi alt samdøgrið, bæði tá ið tú ert til arbeiðis, og tá ið tú hevur frí. Hon fevnir um pínu, sjúku og fylgjur av ólukkum, sum krevja viðgerð av serlækna ella viðgera, og sum er íkomið, eftir at tryggingin er sett í gildi. Tá ið tryggingin hevur verið í gildi í seks mánaðir, er pína, sjúka og annað, sum er íkomið, áðrenn tú teknaði tryggingina, eisini umfatað.

Tekna tryggingina hjá okkum

Ynskir tú at tekna hesa trygging, ella hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit mæla eisini til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

  • Les meira um viðgerðartrygging til eldri

    Viðgerðartrygging til eldri er fyri teg, sum ert omanfyri 60 ár, og sum vilt hava trygd fyri skjótari viðgerð. Viðgerðartrygging til eldri er eisini fyri teg, sum hevur eina viðgerðartrygging í dag, og sum ynskir at varðveita hesa, eftir at tú hevur fylt 70 ár.

  • Kærumøguleikar

    Betri pensjón selur viðgerðartrygging vegna Mølholm Forsikring, og skal tín kæra sendast beinleiðis til Mølholm Forsikring.

    Mølholm Forsikring skrivar soleiðis á heimasíðuni um kærumøguleikarnar:

    "Du har som forsikret ret til at klage, hvis du oplever, at den ydelse du har modtaget ikke lever op til dine forventninger.

    Send en e-mail, hvor du forklarer din klage. Husk at oplyse dit fulde navn, din adresse og dit CPR-nummer. Er du forsikret gennem din arbejdsplads, skal du også oplyse navnet på virksomheden og evt. navnet på det firma du er forsikret igennem.

    Skriv til:

    Dorthe Værum Horsted
    (klager vedr. afslag på anmeldte skader og sygdomme)
    dvh@behandlingsgaranti.dk

    Henriette Hammershøi
    (klager vedr. administration)
    hhh@behandlingsgaranti.dk

    Ulla Rosenlund Olsen
    (klager vedr. regninger/betalinger)
    uro@behandlingsgaranti.dk