Samband

Kjatta við
okkum

Trýst her og kjatta við okkum. Kjattið er opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Ring til okkum
345600

Allar okkara avgreiðslur hava
opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Skriva til
okkum

Til ber eisini at senda okkum ein teldupost, um tú hevur
fyrispurningar viðv. pensjón og trygging.

Tryggingarfelagið Føroyar P/F Kongabrúgvin, Postsmoga 329, FO-110 Tórshavntf@trygging.fo

OSS - Ofta Settir Spurningar

Vit svara Ofta Settum Spurningum niðanfyri um tryggingar og onnur viðurskifti hjá privatkundum

Akfarstrygging

  • Nær kann eg tekna trygging fyri bilin hjá mær?

    - Fyri at tekna biltrygging, skalt tú vera fyltur 18 ár.

  • Um eg skal uttanlands við bilinum, er hann so tryggjaður?

    - Ja, um bilurin er skrokktryggjaður. Set teg í samband við okkum áðrenn fráferðina og bið um eitt SOS kort (Reyða kortið), ið er eitt prógv um, at bilurin er skrokktryggjaður. Kortið er ókeypis. Skrokktryggingin er tó bert galdandi í 3 mánaðir uttanlands. Um bilurin skal vera uttanlands longri enn 3 mánaðir, so mást tú tosa við okkum um hetta. Eykagjald verður kravt, tí váðin er størri.

    - Um bilurin bert er ábyrgdartryggjaður, nýtist vanliga einki prógv. Men til ávís lond skal tað Grøna kortið havast við. Kanna tí  eftir, um tær nýtist Grøna kortið á ferðini. Eisini hetta kortið er ókeypis. Tað er tað sama galdandi fyri ábyrgdartryggjaðar bilar sum fyri skrokktrygging. Tað er bert dekningur uttanlands í 3 mánaðir. Um tað er neyðugt at vera burtur longri, krevja vit eykagjald, tí váðin er størri.

  • Hvussu er við sjálvábyrgd?

    - Sjálvábyrgd er bert galdandi, um skaði hendir á egnan bil.

    • Við fastgjaldsskipanini er ein føst sjálvsábyrgd. Hetta ger, at árliga tryggingargjaldið hækkar ikki, um ein skaði hendir.
    • Í bonusskipanini eru 4 møguleikar, antin onga sjálvsábyrgd ella val ímillum 3 aðrar sjálvsábyrgdir, ið eisini verða prístalsjavnaðar. Um tú fært ein skaða á bilin, har tú hevur ábyrgdina ella ikki kennir mótpartin, so missir tú 2 stig á bonusstiganum.
  • Er eykaútgerð, so sum stereoanlegg og sportfelgur, umfatað av tryggingini?

    - Fest eykaútgerð, so sum radio, bandspælari, cd-spælari, sportfelgur og líknandi eykaútgerð er tryggjað í skrokktryggingini við í mesta lagi 20.000 kr. Skrokktryggingin kann víðkast til at umfata eykaútgerð.

  • Kunnu børnini koyra bilin hjá mær?

    - Ja, trygging tín dekkar eisini, um børn tíni koyra bilin

  • Hvat nú, um eitt barn er fastur brúkari av bili, har eg standi fyri tryggingini?

    - Tá barnið er fastur brúkari á bilinum, skal hetta skrásetast á tryggingini. Tá børn eru førarar av bilinum, er størri vandi fyri, at skaði hendir. Tískil skal gjaldið vera hareftir.

    Vit ráða tó til, at børnini sjálvi standa fyri tryggingini, um tey eru fastir brúkarar av akfarinum. Um tey ikki eru skrásett sum fastir brúkarar ella standa fyri bilinum sjálvi, kann hetta føra við sær lægri endurgjald í eini skaðastøðu.

  • Skal eg lækka tryggingina, tá bilurin missir virði vegna aldur?

    - Nei, hetta er sjálvvirkandi. Bilurin er altíð tryggjaður til dagsvirði.

    Tó er møguligt hjá tær at velja aðra biltrygging við øðrum dekningum, ið er betri hóskandi fyri ein eldri bil.

Motorsúkkla og prutl

  • Eg tími ikki at hava motorsúkkluna/prutlið tryggjað longur, kann eg bara strika alt og taka hana úr tryggingini?

    - Nei, um tú ætlar at strika tryggingina heilt og ikki hava ábyrgdartrygging, mást tú lata pláturnar til Akstovuna, av tí at hendan trygging er lógarkravd. Vit strika tryggingina, tá vit fáa fráboðan frá Akstovuni um, at pláturnar eru latnar inn.

  • Nær kann eg tekna trygging fyri prutlið hjá mær?

    - Fyri at tekna trygging, skalt tú vera fylt/ur 18 ár.

  • Er førarin dekkaður?

    - Førarin á prutli ella motorsúkklu er ikki dekkaður av tryggingini fyri akfarið. Neyðugt er at tekna eina Vanlukkutrygging fyri persónin, ið koyrir.

  • Hvussu eri eg dekkað/ur, tá eg koyri eina motorsúkklu og vit koma út fyri einum óhappi, har bæði eg og súkklan fáa skaða?

    • Skrokktryggingin á motorsúkkluni dekkar skaðan á motorsúkkluna.
    • Um tú hevur eina vanlukkutrygging, dekkar hendan trygging teg.
  • Skal eg lækka tryggingina, tá motorsúkklan ella prutlið missir virði vegna aldur?

    - Ja, tað er møguligt hjá tær at lækka tryggingarhæddina. Tað er virðið, ið avger prísin á tryggingini, og tí er tað týdningarmikið, at hon er tryggjað fyri tað rætta virðið.

  • Er nøkur sjálvsábyrgd fyri prutl og motorsúkklu?

    - Sjálvsábyrgd er bert galdandi, um skaði hendir á egið akfar.

    Við skrokktrygging er ein føst sjálvábyrgd á 3.000 kr. (januar 2010).

Sethús

  • Hvussu tryggi eg húsini?

    - Tú kanst senda okkum eitt skriv ella koma inn á gólvið og tosa um viðurskiftini.

    Vit skulu hava upplýst støddina, og hvussu nógvir hæddir eru innrættaðar, umframt upplýsingar um úthús, bilskúr v.m.

  • Hvat virðið er húsið tryggjað fyri?

    - Sethúsatryggingin er ein nývirðistrygging. Hetta merkir, at um skaði hendir, verður endurgoldið til nývirði, hóast tað skadda er virðisminkað. Tað er tó ein treyt, at tað skadda ikki var virðisminkað meiri enn 30% áðrenn skaðan. Um skaði á húsini er meira enn 50%, verða nýggj hús bygd uppaftur.

  • Útvega tit handverkarar at gera skaða aftur?

    - Tú útvegar sjálv/sjálvur handverkarar at umvæla skaðan sambært sýnsfrágreiðing okkara. Vit gjalda síðan rokningina sambært sýnsfrágreiðingini. 

  • Hevur tað týdning, um eg innrætti meir, eftir at eg havi teknað tryggingina, og eg ikki boði tryggingini frá?

    - Um veruliga grundvíddin á sethúsunum er størri enn tann, ið stendur í tryggingarskjalinum, ella meiri er innrættað enn tað, ið nevnt er í tryggingarskjalinum, kann hetta lækka eitt møguligt endurgjald fyri skaða á húsini. 

  • Havi eg tørv á nakrari serligari trygging í sambandi við størri umvælingar, umbygging ella útbygging?

    - Verður t.d. skift tak ella onnur størri umvæling gjørd, eigur ein arbeiðstøkutrygging (entreprisutrygging) at teknast. Set teg í samband við eina av deildum okkara um nærri upplýsingar.

  • Tryggja tit húsini í byggitíðini og undir umvæling?

    - Ja, vit tryggja hús í byggitíðini og undir umvæling. Henda trygging verður nevnd Arbeiðstøkutrygging (Entreprisutrygging).

  • Um eg gloymi grýtuna á komfýrinum, er roykskaðin so umfataður av tryggingini?

    - Sethúsatryggingin fatar bert um slíkar roykskaðar, um teir eru ein fylgja av opnum eldi. T.v.s. at roykskaði frá eini grýtu, ið turrkókar, er ikki umfataður av tryggingini.

  • Um skaði hendir, hvat geri eg?

    - Tú kanst tilmelda skaðan á hesi heimasíðu undir ”tilmelda skaða”. Tú hevur eisini møguleika at seta teg í samband við Skaðadeild okkara.

    Síðani hoyrir tú aftur frá okkum, og verður skaðin viðgjørdur, tá frágreiðing er latin inn.

Innbúgv

  • Hvussu áseti eg tryggingarhæddina fyri innbúgvið?

    - Hetta verður gjørt við at telja saman virðið á øllum tínum innbúgvi. Her verður hugsað um alt frá køksútbúnaði til klæðir, el-rikin tól, fløgur, málningar, møblar o.s.fr.

  • Hvør er umfataður av Innbúgvstryggingini?

    - Persónarnir, ið eru umfataðir av privattryggingini, eru: Tryggingartakarin við húski og fastbúgvandi meðhjálp. Við húski er at skilja: Húsfólk, herundir fosturbørn, ið búgva hjá tryggingartakaranum. Heruppí eru at rokna eisini persónar, ið liva í føstum parlag við tryggingartakaranum og/ella heimabúgvandi børnum. Krav er tó, at allir hesir persónar eru tilmeldaðir fólkayvirlitinum at hava fastan bústað á sama stað sum tryggingartakarin. Tryggingin fevnir ikki um leigarar.

  • Er innbúgvið/ferðagóðsið umfatað á ferð uttanlands?

    - Í upp til 3 mánaðir á ferð uttanlands.

  • Hvussu er, um børnini gera onkran skaða?

    - Við í Innbúgvstryggingini er ein dekningur, sum eitur privat ábyrgd. Hesin dekningur kann veita endurgjald, um børnini gera skaða á ogn hjá øðrum, ikki hjá tær sjálvum.

  • Um eg fari at leiga, hvør hevur tá skyldu at tryggja innbúgvið?

    - Um tú leigar frá øðrum, so mást tú sjálv/ur tryggja títt innbúgv.

  • Um eg og mín familja búgva í kjallaranum hjá mínum foreldrum, eru vit so umfatað av teirra innbúgvstrygging?

    - Nei, tað eru tit ikki. Tit mugu tekna tykkara egnu innbúgvstrygging.

  • Hvørja avleiðing hevur tað, um tryggingarhæddin er ov lágt sett?

    - Um tryggingarhæddin er ov lágt sett, kann hetta føra við sær, at endurgjaldið verður lækkað samsvarandi.

  • Um tryggingarhæddin er ov høg, fái eg so alla tryggingarhæddina útgoldna, um totalskaði hendir?

    - Tú fært ongantíð meir í endurgjaldi enn virði á ognum tínum. Tískil ber ikki til at fáa alla tryggingarhæddina útgoldna, hóast goldið er fyri hetta.

  • Kann eg tekna trygging fyri børn, ið ikki hava sama bústað sum eg?

    - Nei, um børn skulu vera umfatað av innbúgvstryggingini, skal trygging teknast, har tey búgva.

  • Um skaði hendir, hvat geri eg?

    - Tú kanst tilmelda skaðan á hesi heimasíðu undir ”Fráboða skaða” ella boða okkum frá hesum. Síðan hoyrir tú aftur frá okkum, og verður skaðin viðgjørdur, tá frágreiðing er latin inn.

  • Er hundaábyrgdartrygging við í Innbúgvstryggingini?

    - Nei, henda skal teknast sjálvstøðugt.

Ársferðatrygging

  • Hvat skal eg gera um skaði hendir uttanlands?

    Um tær nýtist bráðfeingishjálp á ferðini, kanst tú fáa samband við okkara altjóða samstarvsfelaga SOS International alt samdøgrið - 365 dagar um árið. Í samstarvi við SOS geva vit tær atgongd til serkøna ráðgeving og hjálp. Er tørvur á bráðfeingishjálp uttanlands ring so til SOS á tel +45 70 10 50 50, ella send fax +45 70 10 50 56, ella skriva teldupost til sos@sos.eu

  • Hvønn fevnir Ársferðatryggingin um?

    - Øll, sum eru skrásett at búgva á adressuni, og sum hoyra til familjuna.

  • Dekkar hon eisini arbeiðsørindi?

    - Tryggingin umfatar frítíðarferðir, íroknað lestrarferðir og lestrarørindi. Eisini umfatar tryggingin frítíðarferðir saman við arbeiðsørindum. Tó er neyðugt at tekna eina aðra trygging fyrri dagarnar í vinnuørindum, tí hesir dagarnir eru ikki umfataðir av ársferðatryggingini. Um tú ynskir trygging dagarnar í vinnuørindum, ber til at tekna hetta við at seta teg í samband við okkum.

  • Hvat skal eg hava við mær?

    - Tá Ársferðatryggingin verður teknað, fært tú eitt Blátt Kort, sum prógvar, at trygging er teknað. Hetta kort skalt tú hava við tær á ferðum uttanlands.

  • Hvat er eitt Blátt kort?

    - Bláa Kortið prógvar, at Ársferðatrygging er teknað. Eisini er kortið hent at hava í skaðastøðu, tá skalt tú ringja til SOS á  tel +45 70 10 50 50, ella send fax +45 70 10 50 56, ella skriva teldupost til sos@sos.eu. Á Bláa kortinum stendur tryggingarnummarið, ið tú skalt upplýsa teimum.

  • Kostar Blátt Kort nakað?

    - Nei, Bláa kortið er ókeypis.

  • Hvussu leingi dekkar Ársferðatryggingin?

    - Tit eru tryggjað í 42 dagar, hvørja ferð tit ferðast.

  • Kann eg leingja tryggingina, um eg ætli mær at vera longri enn ætlað?

    - Ja, møguligt er at leingja Ársferðatrygging tína við ”Ferðaleingjan”, og møguleiki er eisini fyri at tekna ”Einstøk Ferð”, um hetta er betri hóskandi fyri teg.

Fólk

  • Hvussu tekni eg eina vanlukkutrygging?

    Við at seta teg í samband við okkum. Bara persónar, sum búgva í Føroyum, kunnu tekna trygging.

  • Hvar tekur tryggingin við?

    - Allastaðni í Føroyum, Danmark og Grønlandi.

    Fert tú uttanlands at búgva, so tekur tryggingin við í upp til 3 ár í Evropa og aðrastaðni í heiminum upp til 1 ár.

  • Kann eg tekna eina vanlukkutrygging, um eg havi skaða ella havi havt ein skaða?

    - Vit biðja um heilsuupplýsingar, og um tú ikki lýkur treytirnar fyri eini trygging, so kanst tú ikki tekna eina.

  • Um eg lyfti okkurt, er slíkur skaði umfataður av tryggingini?

    - Lyftiskaðar eru ikki umfataðir.

  • Eru brillur umfataðar av tryggingini?

    - Ja, í sambandi við persónskaða ella slag í andlitið. Tó skulu brillurnar vera uppiá, tá skaðin hendir.

  • Er tannskaði umfataður av tryggingini?

    - Skaði á tenn er eisini umfataður, um talan er um ein vanlukkutilburð.

  • Eru tyggiskaðar umfataðir?

    - Tyggiskaðar eru ikki umfataðir av hesi trygging.

  • Eru viðgerðarútreiðslur umfataðar?

    - Goldið verður fyri neyðugar og rímuligar útreiðslur til læknafyriskipaðar viðgerðir.

  • Nær er talan um vanlukkutilburð?

    - Vanlukkutilburður er at skilja sum ein brádlig hending, ið elvir til likamsskaða.

  • Hvussu nógv prosent skal man gerast avlamin fyri at fáa útgoldið frá Vanlukkutryggingini?

    - 5% avlamni ella meiri gevur rætt til endurgjald.

  • Kann eg tekna trygging fyri ommu/abbabørn míni?

    - Ja, hetta er møguligt, set teg í samband við okkum. 

Hundaábyrgdartrygging

  • Er hon lógarkravd?

    - Ja, sambært Hundalógini skulu allir hundar verða ábyrgdartryggjaðir, frá tí teir eru 4 mánaðar gamlir.

  • Dekkar hon skaða á lutir hjá okkum sjálvum?

    - Nei. Hon dekkar, um hundurin ger skaða á onnur og lutir hjá øðrum.

  • Dekkar hon, um hundurin doyr?

    - Nei. Um tú ynskir at tekna trygging fyri hundin, er møguligt at tekna Djóralív.

Djóralívstrygging

  • Eru nøkur krøv fyri at tekna hesa trygging?

    - Ja, Djóralæknaváttan skal fyriliggja, sum vísir at hundurin er frískur, umframt at aldurin á hundinum er lægri enn 6 ár.

  • Ber til at tekna Djóralív til hundar í øllum aldri?

    - Nei, tryggingin gongur út – og er ikki møgulig at tekna – tá hundurin er 6 ár.

  • Skal sigast frá, tá hundurin er 6 ár?

    - Ja, men vit fylgja eisini við og strika tryggingina og senda tær fráboðan.