Samband

Kjatta við
okkum

Trýst her og kjatta við okkum. Kjattið er opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Ring til okkum
345600

Allar okkara avgreiðslur hava
opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Skriva til
okkum

Til ber eisini at senda okkum ein teldupost, um tú hevur
fyrispurningar viðv. pensjón og trygging.

Tryggingarfelagið Føroyar P/F Kongabrúgvin, Postsmoga 329, FO-110 Tórshavntf@trygging.fo

Tryggar karmar um heimið

Heimið er karmurin um ein virðismiklan part av lívinum. Við eini Sethúsatrygging, fært tú eina góða og umfatandi trygging at verja hesar karmar.

Sethúsatryggingin er ein nývirðistrygging. Hetta merkir, at um skaði hendir, verður endurgoldið til nývirði, hóast tað skadda er virðisminkað. Tað er tó ein treyt, at tað skadda ikki er virðisminkað meira enn 30% áðrenn skaðan.

Tekna tryggingina hjá okkum

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit mæla eisini til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.

  • Les meira, hvat tryggingin fevnir um

    Sethúsatryggingin fevnir um alt húsið og aðrar bygningar, ið hoyra til húsið á tryggingarstaðnum, t.d. hjall og bilhús upp til 75 kvm.
    Tryggingin fevnir um sjálvt húsið og alt í húsinum, sum ikki kann roknast at vera innbúgv. Tað vil siga, alt tað sum vildi staðið eftir, um húsið varð lyft upp og vent á høvdið. Eisini eru t.d. køkur, hvítvørur og frystiboks fevnd av Sethúsatryggingini.

    Tryggingin veitir endurgjald fyri ávísar skaðar, ið náttúran kann føra við sær. Fulnaður er fyri eldskaðar og fyri skaðar, ið kunnu standast av menniskjaligum ósketni, og fylgjur av hesum. Harumframt veitir tryggingin endurgjald í sambandi við stuldur og herverk. Sí annars okkara treytir fyri nærri lýsing av skaðaorsøkum.

  • Les meira um tryggingarvirðið

    Sethúsatryggingin er ein nývirðistrygging, og tí er eingin tryggingarhædd nevnd í tryggingarskjalinum.  Sethúsini eru sostatt tryggjaði eftir hvussu nógvar m2 sethúsini eru skrásett til at vera hjá okkum.

    Tað merkir, at tryggjaðu lutirnir altíð verða endurgoldnir við nýggjum samsvarandi lutum, um virðið á teimum skaddu lutunum ikki er virðisminkað meira enn 30%, tá ið skaðin hendir. Um so er, at virðið er minkað við meir enn 30%, kann ein niðurskriving í endurgjaldinum verða gjørd. Tí er eisini umráðandi at viðlíkahalda og javnan eftirkanna so sum tak, takrennur, vindeygu o.s.fr.

  • Les um umbygging og skyldur sum tryggingartakari

    Tú skalt boða okkum frá, um farið verður undir eina umbygging ella útbygging av sethúsunum. Hetta fyri at tú skalt vera væl og rætt tryggjaður, um møguligur skaði hendir.
    Tá umbyggingin ella tilbyggingin er liðug, er eisini neyðugt at upplýsa okkum um tær broytingar, tá eru gjørdar. Eitt nú um nú fleiri hæddir eru innrættaðar v.m.

  • Tá keypt verður

    Tá ið tú keypur eini sethús, er tað av alstórum týdningi at húsini verða tryggjaði á rætta og besta hátt frá yvirtøkudegnum, soleiðis at tit eru trygg frá tí degi húsini eru tykkara.

    Her vilja vit fegin vegleiða tykkum í hvussu hetta kann gerast.

    Sethúsatryggingin fevnir um alt húsið og aðrar bygningar, ið hoyra til húsið á tryggingarstaðnum, t.d. hjall og bilhús. Hesi skulu nevnast í tryggingarskjalinum, fyri at vera umfataði.

    Fyri at vit kunnu tryggja húsini rætt, hava vit tørv á nøkrum upplýsingum um húsini.

    • Hvussu nógvar m2 eru innrættaðir og hvussu nógvar hæddir húsini eru?
    • Eru aðrir bygningar, sum hoyra tit ognina, t.d. hjallur, bilhús?
    • Um so er, hvussu nógvar m2  eru tey?
    • Møguleiki er at at hava eina sjálvsábyrgd tengda at tryggingini?

    Tað er týdningarmikið at røttu upplýsingarnar eru upplýstir, tí tað hevur ávirkan á prísin fyri tryggingina og hevur somuleiðis ávirkan á einum møguligur endurgjaldið, um skaði skuldi hent.

    Sí annars okkara treytir fyri nærri lýsing av skaðaorsøkum.

  • Ognarskiftistrygging

    Keyp av sethúsum er, fyri tey flestu, tann størsta íløgan, tey nakrantíð koma at gera. Um stórir fjaldir skaðar og/ella brek eru við ognini, ið tit ikki eru vitandi um, kann hetta hava álvarsligar fíggjarligar avleiðingar við sær.

    Tí  hevur tú nú møguleika fyri at tryggjað teg ímóti ókendum brekum og skaðum við ognini, við at tekna eina ognarskiftistrygging hjá okkum.

    Ein ognarskiftistrygging er ein trygging, sum tryggjar bæði keyparan og seljaran ímóti ókendum brekum og skaðum, sum kunnu vísa seg eftir at ognin hevur skift eigara, og sosatt eru bæði keypari og seljari nú enn betur tryggjaðir. Les meira her