Samband

Kjatta við
okkum

Trýst her og kjatta við okkum. Kjattið er opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Ring til okkum
345600

Allar okkara avgreiðslur hava
opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Skriva til
okkum

Til ber eisini at senda okkum ein teldupost, um tú hevur
fyrispurningar viðv. pensjón og trygging.

Tryggingarfelagið Føroyar P/F Kongabrúgvin, Postsmoga 329, FO-110 Tórshavntf@trygging.fo

Soleiðis byrgir tú fyri skaða í heiminum

Niðanfyri veita vit nøkur góð ráð um fyribyrging av skaðum í heiminum. Góð ráð, sum kunnu bjarga tínum ognum, tínum minnum og tínum kæru.

Eldur

Eldsbruni kann raka teg, tá tú minst væntar tað. Um óhappið hendir, er sera umráðandi at vera til reiðar.

Visti tú, at flestu deyðseldar kykna um kvøldið og um náttina? At halogenlampur kunnu gerast yvir 500°C? At royking er atvoldin til umleið helvtina av øllum deyðseldum? At ein sodavatn er góð at sløkkja smáar eldar?

Í hesum faldaranum kanst tú lesa meira um, hvussu eldur kyknar, hvussu tú best fyribyrgir eldi, hvør trygdarútgerð er neyðug, og hvussu tú gert, um eldur kemur í. Faldarin er gjørdur í samstarvi við Brunaumsjón Landsins.

Heimasíðan hjá Vørn hevur eisini onnur góðum ráðum. Sí síðuna her.

1. desember verður mælt til at skifta øll battarí á roykvarnarunum, soleiðis at tú kanst tryggja tær, at roykvarnararnir virka, skuldi eldur komi í. Roykvarnarar kunnu bjarga lívi tínum, og lívinum hjá teimum, tú ert góður við.

Livandi ljós

Nøkur góð ráð viðvíkjandi livandi ljósum:

  • Far ongantíð úr einum høli, har livandi ljós brenna – sovna heldur ikki frá teimum.
  • Ansa serliga væl eftir livandi ljósum, tá lítið er eftir av ljósunum. Skift ljós við jøvnum millumbilum.
  • Lat ikki børn ella djór vera einsamøll í hølum, har livandi ljós brenna.
  • Royn altíð at nýta sjálvsløkkjandi ljós.
  • Hav altíð eldsløkkingarútgerð tøka.
  • Lat ikki ljós standa tætt við tilfar, ið brennir lætt, t.d. gardinur.
  • Nýt roykvarnarar. Hesir kunnu bjarga tær og øðrum lívinum, og kanska eisini forða einum minni eldi í at gerast ein stórur eldur.

Um eldur kemur í kortini, og ein ikki sjálvur fær sløkt, er umráðandi at fáa øll út og ringja eftir sløkkiliðnum á telefonnummar 112.

Stormur

Um boðað verður frá stormi, er týdningarmikið at rudda alt burtur, ið liggur leyst og rekst uttan fyri húsið. Hetta kann vera trambolinur, amboð, leysir kassar o.s.fr. Tað, sum ikki kann goymast burtur, má bindast niður. Lurta annars eftir veðurtíðindunum og fylg almennu vegleiðingunum.

Kuldi

Tá ið veturin nærkast við kulda og kava, tøm tá vatnrørini í húsum, sum standa tóm – ella lat hita vera í tómu húsunum. Somuleiðis er skilagott at bjálva øll rør væl í húsum og bygningum annars. Hetta minkar um vandan fyri frost- og vatnskaða.

Flyta heimanífrá

Fá eina trygga lestrarbyrjan

Lesnaðarbyrjan nærkast og nógv ung flyta heimanífrá. Nógv ung halda ikki, at tey hava tørv á innbúgvstrygging, tí tey ikki eiga nakað við virði.  

Hetta er ikki rætt. Ein innbúgvstrygging er eisini ein ábyrgdartrygging. Ábyrgdartryggingin kann fevna um tað endurgjaldsábyrgd, ið tann ungi kemur undir, um hann/hon av ósketni ger skaða á annan persón ella lutir hjá øðrum. Innbúgvstryggingin er tí ein fíggjarlig trygdarnót.

Í vanda fyri at gjalda stórt endurgjald

Eitt endurgjaldsmál um óarbeiðsføri ella mista arbeiðsinntøku, kann í ringasta føri gerðast til fleiri milliónir krónur, sum tann ungi persónurin sjálvur skal gjalda.

Møguliga dekkar tryggingin hjá foreldrunum

Ert tú undir 21 ár, og býrt einsamøll/einsamallur í kamari ella á studentarbústaði, fevnir innbúgvstryggingin hjá foreldrunum um teg. Býrt tú, ella flytur tú saman við sjeikinum/dámuni, skal annar av tykkum tekna eina innbúgvstrygging.