Samband

Kjatta við
okkum

Trýst her og kjatta við okkum. Kjattið er opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Ring til okkum
345600

Allar okkara avgreiðslur hava
opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Skriva til
okkum

Til ber eisini at senda okkum ein teldupost, um tú hevur
fyrispurningar viðv. pensjón og trygging.

Tryggingarfelagið Føroyar P/F Kongabrúgvin, Postsmoga 329, FO-110 Tórshavntf@trygging.fo

Dagførd innbúgvstrygging dekkar nú fartelefonir

Vit hava dagført tína Innbúgvstrygging, so hon nú eisini dekkar ávísar skaðar á fartelefonir uttan eykakostnað. Tín núverandi Innbúgvstrygging fevnir tó ikki um brot á fartelefonir ella aðrar lutir í tínum heimi.

Um tú eisini ynskir at tryggja títt innbúgv ímóti broti, kanst tú tekna nýtt tilval til Innbúgvstryggingina, ið vit rópa Brádligur skaði. Harumframt kanst tú eisini leingja títt garanti á elektrisk tól upp til 4 ár við Tøknitrygging, sum somuleiðis er nýtt tilval til tína núverandi Innbúgvstrygging.

Í Føroyum ræður tyngdarkraftin

Í Føroyum hava vit ikki tyngdarloysi. Her ræður tyngdarkraftin, og tí hava lutir í okkara heimi viðhvørt lyndi til at detta, koppa, falla, brotna og soleiðis verða skaddir. 

Nýggja tilvalstryggingin, Brádligur skaði, dekkar slík brot, sum tín vanliga Innbúgvstrygging ikki fevnir um. Hetta kann vera nýggja sjónvarpið, ið datt á gólv og gjørdist óbrúkiligt. Virðismikli málningurin, ið datt niður og skrædnaði. Kærkomna fartelefonin, ið tú misti niður soleiðis, at hon varð óvirkin ella dýra stellið, sum koppaði og brotnaði. Tekna tí hetta tilval til tína Innbúgvstrygging og verj eisini títt innbúgv móti tyngdarlógini.

Víðka títt garanti - upp til 4 ár

Tøknitrygging er somuleiðis nýtt tilval til tína Innbúgvstrygging. Við Tøknitrygging kanst tú víðka títt garanti á elektrisk tól upp til 4 ár. Tryggingin fevnir m.a. um virkisbrek á elektrisk tól, um mekaniskt ella elektriskt brek ger, at tólið ikki kann brúkast til sítt endamál.

Hvat skal eg gera?

Ynskir tú at tryggja títt innbúgv enn betur við at tekna Brádligan skaða og/ella Tøknitrygging sum tilval til tína núverandi Innbúgvstrygging, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 345 600, tf@trygging.fo ella tjatta við okkum á trygging.fo.

Les meira um okkara Innbúgvstrygging her.

So ert tú tryggari.