Samband

Kjatta við
okkum

Trýst her og kjatta við okkum. Kjattið er opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Ring til okkum
345600

Allar okkara avgreiðslur hava
opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Skriva til
okkum

Til ber eisini at senda okkum ein teldupost, um tú hevur
fyrispurningar viðv. pensjón og trygging.

Tryggingarfelagið Føroyar P/F Kongabrúgvin, Postsmoga 329, FO-110 Tórshavntf@trygging.fo

Alitrygging

Við okkara alitrygging fært tú eina trygging, ið hóskar til tín tørv og títt virksemi.

Okkara alitrygging verður lýst nærri niðanfyri:

  • Livandi fisk á smoltstøð

    Henda trygging umfatar smolt á smoltstøð og byggir endurgjaldið á, at smolt brádliga ella óvæntað doyr ella hvørvur í tryggingartíðarskeiðnum. Dekningur kann eisini teknast fyri tvingsilsslátur, ið er beinleiðis boð frá myndugleikunum.  

    Tryggingin og har við endurgjaldið byggir á eindarprísin, ið alarin sjálvur ásetur við teknig av tryggingini.

    Smolttryggingin er ein deklaratiónstrygging, ið hevur sjálvábyrgd og er tíðaravmarkað vegna sjúku.

  • Flutningstrygging

    Treytað av at fiskurin á smoltstøðini er tryggjaður, er møguleiki at tryggja flutning av smolti/yngli frá smoltstøð, til fiskurin er latin móttakaranum. Flutningurin kann verða við bili, tyrlu ella brunnbáti.

  • Livandi fiskur á sjónum

    Henda trygging umfatar fisk í sjónum og byggir endurgjaldið á, at fiskur brádliga ella óvæntað doyr ella hvørvur í tryggingartíðarskeiðnum. Dekningur kann eisini teknast fyri tvingsilsslátur, ið er beinleiðis boð frá myndugleikunum. 

    Tryggingin og har við endurgjaldið byggir á eindarprísin, ið alarin sjálvur ásetur við teknig av tryggingini.

    Henda trygging er ein deklaratiónstrygging, ið hevur sjálvábyrgd og er tíðaravmarkað vegna sjúku.

  • Tøku- og flutningstrygging

    Treytað av at fiskurin í alistøðini er tryggjaður, er møguleiki at tekna tøku- og flutningstrygging. Tryggingin umfatar sleip av sláturklárum alifiski í aliringi til bryggju ella uppskipingar og flutning oyggjana millum við brunnbáti.

  • Útgerð

    Av útgerð kann tryggjast t.d. aliringar, alinótir, bátar, flakar, fóðurstøðir og fóðurautomatir.

Tekna tryggingina hjá okkum

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. Eisini ber til at útfylla hetta umsóknarblaðið, tá ið talan er um tryggingar fyri bátar og skip.