Samband

Kjatta við
okkum

Trýst her og kjatta við okkum. Kjattið er opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Ring til okkum
345600

Allar okkara avgreiðslur hava
opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Skriva til
okkum

Til ber eisini at senda okkum ein teldupost, um tú hevur
fyrispurningar viðv. pensjón og trygging.

Tryggingarfelagið Føroyar P/F Kongabrúgvin, Postsmoga 329, FO-110 Tórshavntf@trygging.fo

Bátatrygging

Við okkara bátatrygging fært tú eina trygging, ið hóskar til tín tørv og títt virksemi. Umframt bátar undir 20 BT, tryggja vit eisini m.a. kappróðrarbátar, vatnskutarar og kajakkir.

Okkara bátatrygging er ein sumtrygging. Tað merkir, at báturin er ikki tryggjaður fyri nývirði, men fyri tað virði báturin stendur í, um tú ert fyri óhappi. Báturin verður virðismettur, tá tú teknar tryggingina. Okkara starvsfólk hava serkunnleika at virðismeta bátin, og gera vit tað saman við tær.

Tað er eisini umráðandi, at báturin verður virðismettur av nýggum, um broytingar eru gjørdar, ella um virðismikil útgerð er sett í bátin aftaná, at tryggingin er teknað fyrstu ferð.

Hjálparveitingar eru eisini umfataðar av tryggingini

Vit hava fasta avtalu við Fiskiveiðueftirlitið (FVE), um at standa fyri sleiping og at veita hjálp annars til øll før, ið eru tryggjað hjá okkum.

Sambært avtaluni átekur FVE sær í størst møguligan mun at veita hjálp til øll før, sum hava tørv á hesum. Eisini um onnur skip/før eru nærri.

Skrokktrygging

Bátatryggingin er fyrst og fremst ein skrokktrygging, sum umfatar skrokkin, maskinuna, fasta ísetta útgerð (snellur undantiknar) og ta av myndugleikunum kravdu útgerð fyri uttanífrá komandi skaða, sum t.d. herverk og sjóskaði.

Tryggingin hevur eina fasta sjálvsábyrgd fyri hvørja skaðahending.

Skaði á maskinu og spøl verður bert endurgoldin, tá talan er um hesar skaðaorsøkir:

  • Eldur ella spreinging í øðrum enn maskinu
  • Báturin er sokkin, hvøldur, strandaður ella rennur á grunn
  • Báturin hevur rent á fastan ella flótandi lut/reka, íroknað ís
  • Valdsgerð og rán
  • Stuldur, sum ikki er framdur av manning ella ferðafólk

Og harafturat skaði, sum stendst av sjóskaða ella leka, sum annars verður endurgoldin sambært treytunum.

Tryggingin kann víðkast til tín tørv

Tørvurin á trygging er ymiskur. Tú kanst m.a. velja hesi ískoyti til tína bátatrygging:

  • Skrokkinteressa

    Møguligt er at tekna trygging fyri 20 % afturat skrokktryggingini, fyri á henda hátt at hava tøkan pening fyri óvæntaðar útreiðslur og tøkan pening til leigu av øðrum báti, um báturin gerst vrak. Endurgjald verður bert goldið, tá talan er um fullan bátsskaða.

  • Snellur

    Snellurnar kunnu eisini tryggjast móti somu  vandum, sum skrokktryggingin annars fevnir um. Tryggingin hevur eina fasta sjálvsábyrgd fyri hvørja skaðahending.

  • Veiða og útgerð

    Veiðu- og útgerðartryggingin fevnir um alt, sum er umborð av veiðu, ísi, olju, provianti, leysum fiskigreiðum (snellur undantiknar) og tílíkum, sum er ætlað at brúka upp umborð. Endurgjald verður latið, tá talan er um fullan bátsskaða.

  • Víðkað maskintrygging

    Víðkað trygging kann teknast fyri maskinur yngri enn 15 ár. Tað er høvuðsmaskinu, hjálpimotor, leysamotor og uttanborðsdrev. Henda eyka trygging  verður teknað eftir nývirðinum á maskinuni íroknað gear, aksil og skrúvu, umframt 10 prosent fyri atkomu. Verður maskinan ikki framleidd meira, verður nývirði roknað eftir tí maskinuni, sum verður framleidd ístaðin.

  • Flutningstrygging

    Tá bátar verða fluttir innanoyggja er vanliga tryggingarskjalið galdandi. Seinnu árini er tað vorðið alt meira vanligt, at familjan fer uttanlands við bátinum at ferðast. Til  ber at tekna trygging fyri slíkan flutning, og umfatar tryggingin bæði hiving av bátinum í Føroyum og uttanlands, og sigling í tí økinum, tit velja at vitja. Sama er galdandi fyri bátar, sum verða keyptir uttanlands og skulu heim til Føroya.

     

     

  • Víðkað siglingarleið

    Tað eru fleiri, sum velja at sigla út í onnur lond sjálv, heldur enn at flyta bátin við skipi. Til ber at tryggja bátin til víðkaða siglingarleið, so báturin er tryggjaður til slíkan túr. Tryggingin er vanliga bert galdandi á teimum leiðum, sum eru tilskilaðar á trygingarskjalinum, og skulu hesar altíð vera í samsvar við treytirnar frá myndugleikunum. Til ber at tekna eykatrygging fyri víðkaða siglingarleið, um báturin lýkur treytirnar fyri tí.

Tekna tryggingina hjá okkum
Ynskir tú at tekna tryggingina, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. Eisini ber til at útfylla umsóknarblaðið til báts- og skipstrygging, sum tú finnur her á síðuni.