Samband

Kjatta við
okkum

Trýst her og kjatta við okkum. Kjattið er opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Ring til okkum
345600

Allar okkara avgreiðslur hava
opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Skriva til
okkum

Til ber eisini at senda okkum ein teldupost, um tú hevur
fyrispurningar viðv. pensjón og trygging.

Tryggingarfelagið Føroyar P/F Kongabrúgvin, Postsmoga 329, FO-110 Tórshavntf@trygging.fo

Flutningstrygging

Vit tryggja tín flutning á landi, á sjógvi og í luftini.

Dagliga verða stór virði flutt á landi, sjóvegis og loftvegis. Hendir ein skaði á tað, sum flutt verður, kann talan verða um ein stóran miss. Skaðar kunnu koma av samanstoyti, stuldri, eldi, stranding, ferðsluvanlukku, viðferðsskaða o.s.fr.

Tí er tað skilagott at tekna flutningstrygging, tá tú flytur vørur ella aðrar lutir. 

Flutningstryggingin kann eisini dekka egnar vørur. Hetta merkir vørur, ið verða fluttar millum egin virkir ella goymslur, til og frá umvæling, til framsýningar, messur og tiltøk, flytigóðs o.l.

Flytigóðs
Tú ásetur sjálv/ur virðið á tryggingini fyri flytigóðs. Tú hevur tí skyldu til at áseta tryggingarhæddina rætt. Fyri at lætta um útrokningina av tryggingarhæddini kanst tú fylla hendan listan út. Met um virðið á øllum flytigóðsinum, legg saman, og tosa síðan við okkum. Vit kunnu ráðgeva tær í at gera eina virðismeting og finna røttu tryggingarupphæddina til títt flytigóðs.

  • Les meira um ábyrgd og Incoterms 2010

    Vilt tú hava fult endurgjald fyri skaðar, ið koma á tínar vørur undir flutningi, mást tú sjálv/ur tryggja vøruna. Tann, ið flytur vøruna hevur møguleika at avmarka sína ábyrgd sambært altjóða lógum og sáttmálum.

    Seljari og keypari semjast um eina keypsavtalu, ið vanliga fylgir Incoterms 2010. Incoterms 2010 er altjóða handilsavtala, ið okkara Flutningstrygging byggir á. Tað er Incoterms 2010, ið avger, hvør partur ber váðan, skuldi skaði komið á vøruna undir flutningi.

    Sí Incoterms 2010 her.

  • Les meira um undantøk

    Flutningstryggingin er ein "All Risk" trygging, sum umfatar allar skaðar uttan m.a. hesi undantøk:

    • Góðskudygd á sjálvari vøruni, m.a., at vøran megnar at standa ímóti vanligum hitabroytingum
    • Illa stúvað, vantandi merking, pakking ella fyrireiking til vøruflutning
    • Seinking – sama hvør orsøkin er
    • Kríggj ella krígslíknandi viðurskifti
    • Verkfall ella borgarligur ófriður
    • Atom

Les meira um mannagongd fyri vørumóttøku og møguligar skaðahendingar:

 

  • Mannagongd fyri vørumóttøku og møguligar skaðahendingar

    Við móttøku av vøru, skal hendan beinanvegin kannast fyri møguligar skaðar. Eru sjónligir skaðar, manglandi innihald ella manglandi heil kolli, skal hetta viðmerkjast á farmabræv/fylgiseðil. Eisini skal flutningsfelagið skrivliga ábyrgjast fyri skaðan/manglandi vøruna.

    Er skaðin ikki sjónligur, skal flutningsfelagið ábyrgjast fyri skaðan, áðrenn niðanfyri nevndu tíðarfreistir, roknað frá tí, at vøran er móttikin:

    Fyri flutning við:

    • skipi 3 dagar
    • bili 7 dagar
    • flogfari 14 dagar
    • posti við móttøku

    Fyri vøru, sum er í bingju, skal bingja og segl kannast við móttøku. Um tað uttan á bingjuni eru sjónlig tekin um skaða, t.d. skatt segl, manglandi ella annað segl enn tað, sum er nevnt í flutningsskjølunum, skal hetta viðmerkjast í farmabrævi/fylgiseðli. Skadd segl ella segl, har nr. ikki samsvarar við flutningsskjølini, skulu goymast.

    Um skaði er staðfestur, skulu rímilig tiltøk gerast fyri at avmarka skaðan mest møguligt. Sí annars punktið um skaðafyribyrging og avmarking í tryggingartreytunum.

  • Havarígrosse

    Tað áliggur tryggingartakaranum at boða okkum frá, um "average bond" verður útskrivað/fráboðað tryggingartakaranum í sambandi við havarígrosse.

    Dømi:
    Eitt skip fær maskinskaða og má bjargast, so skulu allar fyritøkur, sum hava vøru við umborð, í felag gjalda fyri bjarging. Gjaldið verður útroknað eftir tí parti av samlaða virðinum av vøruni, sum fyritøkan hevur við umborð.

    Hevur fyritøkan flutningstrygging, so er eingin trupulleiki, tí vit taka okkum av øllum tí praktiska og rinda fyri rokningina.

    Hevur fyritøkan onga flutningstrygging, so skal fyritøkan rinda eitt depositum til reiðaríið, áðrenn fyritøkan kann fáa sínar vørur útflýggjaðar. Hetta depositum er munandi hægri enn tað virði, sum fyritøkan skal gjalda, tá ið alt er endaligt uppgjørt – og tað kann taka bæði 2, 3 og 4 ár.

  • Endurgjaldskrav

    Endurgjaldskrav fyri møguligar skaðar skal sendast skrivliga til okkara, saman við hesum fylgiskjølum/upplýsingum:

    • tilvísing til tryggingarskjal/sáttmálanummar
    • uppgerð yvir skaddu vørurnar
    • keyps- ella sølufakturi
    • flutningsskjøl, t.d. farmabræv, waybill, farmagjaldsrokning, konnossement
    • avrit av fráboðan, har flutningsfelagið ábyrgist fyri skaðan
    • onnur viðkomandi skjøl

Tekna tryggingina hjá okkum

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit mæla eisini til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars. Eisini ber til at útfylla hetta umsóknarskjalið.