Samband

Kjatta við
okkum

Trýst her og kjatta við okkum. Kjattið er opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Ring til okkum
345600

Allar okkara avgreiðslur hava
opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Skriva til
okkum

Til ber eisini at senda okkum ein teldupost, um tú hevur
fyrispurningar viðv. pensjón og trygging.

Tryggingarfelagið Føroyar P/F Kongabrúgvin, Postsmoga 329, FO-110 Tórshavntf@trygging.fo

Skip yvir 20 BT

Við okkara skipatrygging fært tú eina trygging, ið hóskar til tín tørv og títt virksemi.

Okkara skipatrygging er fyri skip størri enn 20 BT. Hetta er ofta fiskiskip, farmaskip og ferjur.

Hjálparveitingar eru eisini umfataðar av tryggingini

Vit hava fasta avtalu við Fiskiveiðueftirlitið (FVE), um at standa fyri sleiping og at veita hjálp annars til øll før, ið eru tryggjað hjá okkum.

Sambært avtaluni átekur FVE sær í størst møguligan mun at veita hjálp til øll før, sum hava tørv á hesum. Eisini um onnur skip/før eru nærri.

Skrokktrygging

Talan er um eina skrokktrygging, sum umfatar skrokkin á skipinum, maskinu, búnaðarlutir, føst fiskiamboð, radiotól, lívbátar og tiltaksamboð.

Tryggingin veitir endurgjald fyri skaðar á skrokk og maskinu.

Tryggingin hevur eina fasta sjálvsábyrgd fyri hvørja skaðahending.

Skaði á spøl verður bert endurgoldin, tá talan er um hesar skaðaorsøkir:

Eldur ella spreinging í øðrum enn maskinu
Báturin er sokkin, hvøldur, strandaður ella rennur á grunn
Báturin hevur rent á fastan ella flótandi lut/reka, íroknað ís
Valdsgerð og rán
Stuldur, sum ikki er framdur av manning ella ferðafólki
Og haraftrat skaði, sum stendst av sjóskaða ella leka, sum annars verður endurgoldin sambært treytunum.

Tryggingin kann eisini víðkast til tín tørv

Tørvurin á trygging er ymiskur. Tú kanst m.a. velja hesi ískoyti til tína skipatrygging:

  • Skrokkinteressa

    Møguligt er at tekna trygging fyri 20 % afturat skrokktryggingini, fyri á henda hátt at hava tøkan pening fyri óvæntaðar útreiðslur og til leigu av øðrum skipi, um skipið gerst vrak. Endurgjald verður bert goldið, tá talan er um fullan skipaskaða.

  • Snellur

    Snellurnar kunnu eisini tryggjast móti somu vandum, sum skrokktryggingin annars fevnir um. Tryggingin hevur eina fasta sjálvábyrgd fyri hvørja skaðahending.

  • Veiða og útgerð

    Veiðu- og útgerðartryggingin fevnir um alt, sum er umborð av veiðu, ísi, olju, provianti, leysum fiskigreiðum (snellur undantiknar) og tílíkum, sum er ætlað at brúka upp umborð. Endurgjald verður latið, tá talan er um fullan skipsskaða.

    Eldur ella spreinging í øðrum enn maskinu
    Báturin er sokkin, hvøldur, strandaður ella rennur á grunn
    Báturin hevur rent á fastan ella flótandi lut/reka, íroknað ís
    Valdsgerð og rán Stuldur, sum ikki er framdur av manning ella ferðafólki
    Og haraftrat skaði, sum stendst av sjóskaða ella leka, sum annars verður endurgoldin sambært treytunum.

  • Manningarognir og sjúkratrygging

    Tryggingin av manningarognum tryggjar ábyrgd útgerðarmansins sambært galdandi lóg ella galdandi sáttmálum. Endurgjald verður latið, tá skaði kemur á manningarognir í samband við skaða á skipið.

    Tryggingin endurrindar rokningar fyri skaðastovu, lækna, gisting og flutning heim. Upphæddin, ið verður endurgoldin, er avmarkað.

  • Inntøkutapstrygging

    Tryggingin er fyri inntøkumiss hjá manning á førum, sum eru mynstrað eftir sáttmála millum Føroya Reiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag, um farið ikki er í vinnu vegna skrokktryggingarskaða. Tryggingarhæddin er sambært galdandi mánaðarligu minstuløn. Endurgjald verður veitt fyri ta tíð, umvælingin tekur. Tryggingin hevur eina sjálvsábyrgd.

  • Loss of Hire

    Tryggingin er fyri endurgjald fyri mista tíð orsakað av, at skipið heilt ella partvíst onga inntøku hevur havt vegna einhvønn skaða. Henda trygging verður teknað eftir avtalu.

  • Tryggingargjøld

    Trygging av tryggingargjøldum veitir endurgjald fyri útreiðslur til tryggingargjøld, sum kanska skulu verða goldin fyri tíðina, aftaná at skipið fórst.

  • Ábyrgdartrygging

    Tryggingin er fyri endurgjaldsábyrgd, sum kann verða áløgd tryggingartakaranum fyri skaðaelvandi hendingar í sambandi við nýtslu av skipinum.

  • Krígstrygging

    Henda trygging umfatar skaða, sum er avleiðing av kríggi ella krígslíknandi hendingum. Eisini sum t.d. uppreistri og borgarakríggi.

Tekna tryggingina hjá okkum

Ynskir tú at tekna tryggingina, ella hevur spurningar, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit mæla eisini til, at tú lesur okkara treytir og upplýsingartilfar annars.