Samband

Kjatta við
okkum

Trýst her og kjatta við okkum. Kjattið er opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Ring til okkum
345600

Allar okkara avgreiðslur hava
opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Skriva til
okkum

Til ber eisini at senda okkum ein teldupost, um tú hevur
fyrispurningar viðv. pensjón og trygging.

Tryggingarfelagið Føroyar P/F Kongabrúgvin, Postsmoga 329, FO-110 Tórshavntf@trygging.fo

Netbankatrygging til vinnufyritøkur

Í flestu førum er netbankaskipanin sera trygg, men í einstøkum førum hevur tað eydnast óynsktum gestum at fáa atgongd, og hetta kann blíva sera dýrt fyri tína fyritøku.

Sum vinnukundi, hevur banki tín ongar skyldur at endurgjalda ein møguligan miss av peningi, í sambandi við innbrot í netbankanum hjá tíni fyritøku.

Ein netbankatrygging dekkar beinleiðis miss av peningi av bankakonto hjá tíni fyritøku, tá ein óviðkomandi av órøttum fær atgongd til netbankan. Hetta er galdandi fyri úttøku av innistandandi peningi, ella um trekt verður uppá kassakredittin.

Okkara samstarvsfelagi Tryggingarfelagið Chubb í Danmark bjóðar at tekna netbankatrygging til vinnuligar kundar.

Til ber at tekna tryggingina við at trýsta her og fylgja donsku vegleiðingini.

GEVIÐ GÆTUR: CVR nr. svarar til V-talið. Tá ið tit skulu fylla teigin CVR nr. út, skulu tit minnast til at skriva 00 og síðani tykkara v-tal.