Samband

Kjatta við
okkum

Trýst her og kjatta við okkum. Kjattið er opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Ring til okkum
345600

Allar okkara avgreiðslur hava
opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Skriva til
okkum

Til ber eisini at senda okkum ein teldupost, um tú hevur
fyrispurningar viðv. pensjón og trygging.

Tryggingarfelagið Føroyar P/F Kongabrúgvin, Postsmoga 329, FO-110 Tórshavntf@trygging.fo

Bygningstrygging

Við okkara Bygningstrygging fært tú eina trygging, ið hóskar til tín bygning.

Bygningstrygging
Bygningstryggingin tryggjar tín bygning móti skaða av eldi, vatni, stormi, glopraregni, omanlopi, frostspreinging, innbrotsstuldri og av fleiri øðrum orsøkum.

Tryggingin er ein nývirðistrygging. Hetta merkir, at um tað skadda ikki er virðisminkað við meir enn 30%, tá skaði hendir, so fært tú nýggjar bygningslutir fyri teir gomlu.

Um tú ikki kanst nýta bygningin eftir ein skaða, sum tryggingin dekkar, so kanst tú fáa endurgjald til at leiga onnur høli til tína fyrisiting.

Bygningstryggingin tryggjar teg, um so er, at tín bygningur er atvoldin til, at onnur fólk ella lutir hjá øðrum fáa skaða.

Fá meir at vita um tryggingina við at lesa faktablaðið. Set teg í samband við okkum, um tú vilt vita meira, hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.

Tryggingin kann víðkast til tín tørv

Tørvurin á trygging er ymiskur. Umframt bygningstrygging kanst tú tekna:

  • El-skaðatrygging

    El-skaðatryggingin dekkar føstu el-lutirnar í tínum bygningi, um ein el-skaði hendir.

    Ein el-skaði er ein skaði, sum er hendur av skammlopi (kortslutningi), yvirspenningi ella induktion.

    Henda trygging er tí eitt gott ískoyti til tína Bygningstrygging.

    Fá meir at vita um tryggingina við at lesa faktablaðið. Ring ella skriva til okkum, um tú hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.  

  • All risk-trygging

    All risk-trygging er - sum heitið sigur - ein trygging, sum dekkar allar skaðar á bygningin, sum ikki eru undantiknir.

    Talan er um ein og hvønn beinleiðis fysiskan skaða á bygningin, sum hendir brádliga og óvæntað. 

    Henda trygging er tí eitt gott ískoyti til tína Bygningstrygging.

    Fá meir at vita um tryggingina við at lesa faktablaðið. Ring ella skriva til okkum, um tú hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.  

  • Víðkað rørskaðatrygging

    Víðkað rørskaðatrygging dekkar skaða á tað tryggjaða, orsakað av lekum frá fjaldum rørum.

    Bygningstryggingin dekkar skaðar av útstreyming av vatni, men um tú ynskir dekning fyri lekar frá fjaldum rørum, eigur tú at tekna hetta ískoyti.

    Fjald rør, eru rør og el-hitakaðalar, sum eru stoypt í ella fjald í gólvi, rásum, krúpikjallarum, veggjum, undir væðingum ella líknandi.

    Vit dekka eisini neyðugar útreiðslur av at leita eftir lekanum og at umvæla hann, um vit dekka sjálvan skaðan.

    Henda trygging er tí eitt gott ískoyti til tína Bygningstrygging.

    Fá meir at vita um tryggingina við at lesa faktablaðið. Ring ella skriva til okkum, um tú hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.  

  • Stikkleiðingartrygging

    Stikkleiðingartryggingin dekkar skaða á tað tryggjaða, orsakað av lekum í stikkleiðingum í jørðini uttan fyri bygningin og skaða á el- og sjónvarpskaðalar í jørðini uttan fyri bygningin.

    Ein stikkleiðing er eitt rør til vatn, hita, gass, olju og frárenningarvatn, umframt el- og sjónvarpskaðalar.

    Vit dekka eisini neyðugar útreiðslur av at leita eftir lekanum og at umvæla hann, um vit dekka sjálvan skaðan.

    Henda trygging er tí eitt gott ískoyti til tína Bygningstrygging.

    Fá meir at vita um tryggingina við at lesa faktablaðið. Ring ella skriva til okkum, um tú hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.  

  • Restvirðistrygging

    Við eini Restvirðistrygging kanst tú eftir ein skaða velja at fáa rivið tann óskadda partin av tínum bygningi niður og byggja allan bygningin av nýggjum.

    Tað er tó ein treyt, at endurgjaldið frá tryggingini fyri skaðan er meir enn 50% av nývirðinum av bygninginum.

    Henda trygging er tí eitt gott ískoyti til tína Bygningstrygging.

    Fá meir at vita um tryggingina við at lesa faktablaðið. Ring ella skriva til okkum, um tú hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.  

  • Glastrygging

    Glastryggingin dekkar brot á rútar og annað glas, sum er partur av tínum bygningi.

    Rútar kunnu vera sera kostnaðarmiklir, og tí er henda trygging eitt gott ískoyti til tína Bygningstrygging.

    Fá meir at vita um tryggingina við at lesa faktablaðið. Ring ella skriva til okkum, um tú hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.  

  • Kummutrygging

    Kummutryggingin dekkar wc-kummur, sisternur, bidet, vøsk og baðikør, sum eru sett upp í tínum bygningi, um so er, at tey brotna.

    Hesi lutir kunnu vera kostnaðarmiklir, og tí er henda trygging eitt gott ískoyti til tína Bygningstrygging.

    Fá meir at vita um tryggingina við at lesa faktablaðið. Ring ella skriva til okkum, um tú hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.  

  • Skeltitrygging

    Vit tryggja títt skelti. Hevur tú skelti, sum annaðhvørt eru fest á tín bygning ella standa leys, kanst tú tryggja tey hjá okkum. Tryggingin dekkar skaðar av eldi og broti.