Samband

Kjatta við
okkum

Trýst her og kjatta við okkum. Kjattið er opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Ring til okkum
345600

Allar okkara avgreiðslur hava
opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Skriva til
okkum

Til ber eisini at senda okkum ein teldupost, um tú hevur
fyrispurningar viðv. pensjón og trygging.

Tryggingarfelagið Føroyar P/F Kongabrúgvin, Postsmoga 329, FO-110 Tórshavntf@trygging.fo

Vinnuferð

Vit tryggja teg á tíni vinnuferð. Hjá okkum ert tú í tryggum hondum.

Á tíni vinnuferð uttanlands kanst tú koma illa fyri, um okkurt óvæntað hendir. Talan kann t.d. vera um sjúka, vanlukku, stuldur ella álop á ferðini. Eisini kann onkur av tínum nærmastu brádliga gerast sjúkur ella doyggja heima. Hevur tú eina vinnuferðatrygging, hjálpa vit tær í slíkum førum.

Vinnuferð og frítíðarferð

Vinnuferð er ein ferð, sum tú gert í sambandi við títt arbeiði, starvsvenjing, fyri eitt áhugafelag o.s.fr. Við øðrum orðum ein ferð, ið ikki er ein frítíðarferð.

Gert tú eina ferð, ið er lutvíst vinnuferð og frítíðarferð, so dekkar Vinnuferðatryggingin teir dagarnar, ið eru vinnuferð. Hevur tú eina Ársferðatrygging hjá okkum, dekkar hon teir dagarnar, ið eru frítíðarferð. Hevur tú onga Ársferðatrygging, so set teg í samband við okkum og vit vegleiða teg um, hvussu tú tryggjar teg á besta hátt.

Vit hava tvey sløg av vinnuferðatryggingum:

  • Einstøk ferð

    Einstøk ferð verður teknað fyri hvørja einstaka ferð. Afturat hesi trygging kanst tú tekna eina Avlýsingartrygging, sum dekkar, um tú av ávísum orsøkum ikki kanst gera ferðina.

    Fá meir at vita um tryggingina við at lesa faktablaðið og treytirnar. Set teg í samband við okkum, um tú vilt vita meira, hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.

  • Ársvinnuferð

    Ferðast tú nógv, er skilagott at tekna eina Ársvinnuferðatrygging (eisini nevnd BTI). Við hesi trygging nýtist tær ikki at tekna trygging, hvørja ferð tú fert avstað, tí tryggingin fevnir um allar vinnuferðir, sum tú gert í eitt ár.

    Tryggingin kann víðkast til at dekka tínar frítíðarferðir. Tú kanst eisini tryggja tín hjúnafelaga/sambúgva á tíni Ársvinnuferð.

    Afturat hesi trygging kanst tú tekna eina Avlýsingartrygging, sum dekkar, um tú av ávísum orsøkum ikki kanst gera ferðina.

    Fá meir at vita um tryggingina við at lesa faktablaðið og treytirnar. Set teg í samband við okkum, um tú vilt vita meira, hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.