Samband

Kjatta við
okkum

Trýst her og kjatta við okkum. Kjattið er opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Ring til okkum
345600

Allar okkara avgreiðslur hava
opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16

Skriva til
okkum

Til ber eisini at senda okkum ein teldupost, um tú hevur
fyrispurningar viðv. pensjón og trygging.

Tryggingarfelagið Føroyar P/F Kongabrúgvin, Postsmoga 329, FO-110 Tórshavntf@trygging.fo

Leysafætrygging

Við eini Leysafætrygging fært tú eina trygging, ið hóskar til títt virksemi. Tryggingin dekkar títt innbúgv, maskinur, vørur og leysalutir.

Leysafætrygging

Leysafætryggingin tryggjar títt leysafæ móti skaða av eldi, vatni, stormi, omanlopi, innbrotsstuldri, ráni og av fleiri øðrum orsøkum.

Tryggingin dekkar leysafæ í bygningum, har tú hevur títt virksemi. Í leysafæið verða roknaðir allir lutir og allar innleggingar, sum ikki eru partur av sjálvum bygninginum.

Um skaði hendir, verður endurgjaldið ásett eftir teimum tryggingarhæddum, sum eru avtalaðar í tryggingarskjalinum. Vit ráðgeva tær um, hvussu tú metir virðið á tínum innbúgvi, vørum, maskinum og øðrum leysafæi, soleiðis at leysafæið altíð er rætt tryggjað.

Tryggingin dekkar útreiðslurnar av at bjarga tínum leysafæi, um skaði hendir ella er um at henda. Vit gjalda eisini fyri at rudda og at burturbeina tað skadda leysafæið.

Fá meir at vita um tryggingina við at lesa faktablaðið. Set teg í samband við okkum, um tú vilt vita meira, hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.

Tryggingin kann víðkast til tín tørv

Tørvurin á trygging er ymiskur. Tú kanst t.d. velja hesi ískoyti til tína Leysafætrygging: 

  • El-skaðatrygging

    El-skaðatryggingin dekkar elektrisk og elektronisk tól, komponentar og leiðingar, ið hoyra til rakstur av virkinum. Talan er t.d. um motorar, generatorar, transformarar, stýriútbúnað, radio- og sjónvarpsútgerð.   

    Ein el-skaði er ein skaði, sum er hendir av skammlopi (kortslutningi), yvirspenningi ella induktion.    

    Henda trygging er tí eitt gott ískoyti til tína Leysafætrygging.

    Fá meir at vita um tryggingina við at lesa faktablaðið. Ring ella skriva til okkum, um tú hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.  

  • All risk-trygging

    All risk-trygging er - sum heitið sigur - ein trygging, sum dekkar allar skaðar á leysafæið, sum ikki eru undantiknir.

    Talan er um ein og hvønn beinleiðis fysiskan skaða á leysafæið, sum hendir brádliga og óvæntað. 

    Henda trygging er tí eitt gott ískoyti til tína Leysafætrygging.

    Fá meir at vita um tryggingina við at lesa faktablaðið. Ring ella skriva til okkum, um tú hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.  

  • Glastrygging

    Glastryggingin dekkar brot á rútar og annað glas, sum er partur av bygninginum, ið tú leigar. Tryggingin dekkar í tann mun bygningstryggingin ikki dekkar.  

    Rútar kunnu vera sera kostnaðarmiklir, og tí er henda trygging eitt gott ískoyti til tína Leysafætrygging.

    Fá meir at vita um tryggingina við at lesa faktablaðið. Ring ella skriva til okkum, um tú hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.  

  • Kummutrygging

    Kummutryggingin dekkar wc-kummur, sisternur, bidet, vøsk og baðikør, sum eru sett upp í bygninginum, ið tú leigar, um tey brotna. Tryggingin dekkar í tann mun bygningstryggingin ikki dekkar.

    Hesir lutir kunnu vera kostnaðarmiklir, og tí er henda trygging eitt gott ískoyti til tína Leysafætrygging.

    Fá meir at vita um tryggingina við at lesa faktablaðið. Ring ella skriva til okkum, um tú hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.  

  • Kuldatrygging

    Kuldatryggingin dekkar tínar vørur, sum verða goymdar í køli- og frystiútgerð.    

    Tryggingin dekkar, um vørurnar verða oyðilagdar av, at kuldin er ov lítil ella og nógvur, orsaka av brádligum breki í kølimaskinarínum, útstreyming av køliløgi, streymsliti ella aðrari brádligari og óvæntaðari hending.   

    Tryggingin er eitt gott ískoyti til tína Leysafætrygging.

    Fá meir at vita um tryggingina við at lesa faktablaðið. Ring ella skriva til okkum, um tú hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.  

  • Flutningstrygging

    Við eini Flutningstrygging tryggjar tú tíni tól, tínar vørur og vørur hjá øðrum, undir flutningi í Føroyum.

    Tínir lutir eru við hesi trygging tryggjaðir móti øllum brádligum fysiskum skaðum, sum ikki eru undantiknir.  

    Henda trygging er tí eitt gott ískoyti til tína Leysafætrygging, sum dekkar tínar lutir, meðan teir eru á tryggingarstaðnum.

    Fá meir at vita um tryggingina við at lesa faktablaðið. Ring ella skriva til okkum, um tú hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.  

  • Tóltrygging

    Tryggingin dekkar tíni tól og tína útgerð, tá ein brádligur og óvæntaður skaði hendir, sum kemur uttanífrá.

    Tóltryggingin dekkar tól, sum eru á tryggingarstaðnum og tól, ið eru aðrastaðni í Føroyum. Hon dekkar bæði innandura og uttandura. 

    Henda trygging er tí eitt gott ískoyti til tína Leysafætrygging.

    Fá meir at vita um tryggingina við at lesa faktablaðið. Ring ella skriva til okkum, um tú hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.  

  • Flytandi samskiftisútgerð

    Henda trygging tryggjar tína fartelefon, farteldur, prentara og aðra flytandi samskiftisútgerð undir flutningi og á goymslu um allan heimin. 

    Tínir lutir eru við hesi trygging, tryggjaðir móti øllum brádligum skaðum, ið koma uttanífrá, og sum ikki eru undantiknir. Harumframt fevnir tryggingin um skaðar av skammlopi.

    Tryggingin er tí eitt gott ískoyti til tína Leysafætrygging, sum dekkar tínar lutir, meðan teir eru á tryggingarstaðnum.

    Fá meir at vita um tryggingina við at lesa faktablaðið. Ring ella skriva til okkum, um tú hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.  

  • Meirkostnaðartrygging

    Eftir ein skaða, sum Leysafætryggingin dekkar, kanst tú við eini Meirkostnaðartrygging fáa endurgoldið tær útreiðslur, sum tú hevur av at leiga onnur høli, at flyta og at hýsa títt leysafæ v.m., um skaðin hevur gjørt tíni høli ónýtilig.  

    Endamálið við tryggingini er at dekka meirkostnaðin av, at virksemið heldur fram í øðrum hølum eftir ein skaða. Tá tú teknar tryggingina, avtala vit, hvussu langt tíðarskeiðið skal vera.

    Tú kanst eisini tekna eina Meirkostnaðartrygging afturat tíni KT trygging ella tíni Maskinskrokktrygging. Tá fevnir Meirkostnaðartryggingin um utreiðslur, sum standast av, at virksemið heldur fram, eftir at útgerðin hevur fingið ein skaða, sum KT trygging ella Maskinskrokktrygging hevur veitt endurgjald fyri.

    Hesi ískoyti eru tí góð ískoyti til tína trygging.

    Fá meir at vita um tryggingina við at lesa faktablaðið. Ring ella skriva til okkum, um tú hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.

  • KT trygging

    KT tryggingin er eitt gott ískoyti til tína leysafætrygging.

    Tryggingin dekkar tína KT útgerð, ið er sett upp á tryggingarstaðnum. Tryggingin dekkar teir skaðar, ið ikki eru undantiknir. 

    Fá meir at vita um tryggingina við at lesa faktablaðið. Ring ella skriva til okkum, um tú hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.  

  • Databeraratrygging

    Tryggingin dekkar kostnaðin av at lesa mist data inn av nýggjum. Databeraratryggingin er tí eitt gott ískoyti til tína KT trygging, Trygging fyri flytandi samskiftisútgerð ella Maskinkaskotrygging.

    Fá meir at vita um tryggingina við at lesa faktablaðið. Ring ella skriva til okkum, um tú hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.  

  • Maskinskrokktrygging

    Hevur tú framleiðsluvirksemi er skilagott at tekna eina Maskinskrokktrygging. Maskinskrokktryggingin er ætlað størri maskinum og útgerð til framleiðslu v.m., sum er uppsett á tryggingarstaðnum.  

    Maskinskrokktryggingin dekkar brádligar og óvæntaðar skaðar á maskinurnar.  

     

  • Maskinrakstrartapstrygging

    Tú kanst tekna eina Maskinrakstrartapstrygging afturat tíni Maskinskrokktrygging. Maskinrakstrartapstryggingin dekkar niðurgongdina í skiftisavlopinum, sum stendst av, at maskinan er óvirkin av einum skrokkskaða. Fá meir at vita um tryggingina við at lesa faktablaðið. Set teg í samband við okkum, um tú vilt vita meira, hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.

  • Rakstrartapstrygging

    ­­­­Tá skaði hendir á einum virki ella í eini fyritøku, hevur hetta oftast við sær, at virksemið minkar ella steðgar heilt. Hetta ávirkar raksturin.  

    Tí mæla vit til, at tú teknar eina Rakstrartapstrygging, sum dekkar tapið í skiftisavlopinum, orsakað av einum skaða, sum tryggingin dekkar.  

    Rakstrartapstryggingin er tí eitt gott ískoyti til tína Leysafætrygging.

    Fá meir at vita um tryggingina við at lesa faktablaðið. Ring ella skriva til okkum, um tú hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.  

  • Antennutrygging

    Antennutryggingin dekkar antennur við tilhoyrim sum t.d. festing, fundament, kaðal og dekodara. Tryggingin fevnir eisini um útreiðslur av at innstilla antennuna av nýggjum eftir ein skaða, ið tryggingin dekkar.

    Fá meir at vita um tryggingina við at lesa faktablaðið. Ring ella skriva til okkum, um tú hevur spurningar ella ert í iva um okkurt.